Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lágur útsynningur fyrsta heimadyst KÍs í ár

Hanus Kjølbro, Sjónám

Klokkan trý í morgin spælir KÍ sín fyrsta heimadyst í ár. Vit eru ikki komin til hálvan mars enn – Grækarismessa er í dag – og enn hevur veturin ikki slept takinum. Tað kann tí enn vera so sum so við veðrinum til fótbólt.

Veðrið hesa vikuna hevur verið myndað av, at vit eru stødd ímillum hátrýst yvir Suðurskandinavia og leiðina við lágtrýstum vestan fyri okkum. Tí hevur ættin verið ímillum sunnan og vestan í eina viku ella so; vindferðin hevur eitt sindur skiftandi úr 3 til 5 m/s við hvørt og upp í 15 til 18 m/s onkra løtu.

Í kvøld og morgin verður veðrið eisini soleiðis sum sagt er omanfyri. Ættin er í løtuni útsynningur, 5 til 10 m/s, og okkurt ælið. Sum tað líður út á kvøldið fer ættin niður í útsynning-sunnan, vindferðin fer at minka eitt sindur, men ælingarnir kunnu væntast.

Nakrar tímar eftir midnátt fer at regna, ættin fer niður í sunnan og landsynning-sunnan; vindferðin verður um 5 til 10 m/s. Fyrrapartin í morgin slítur í (tó kann okkurt ælið koma), og vindferðin fer at liggja um 10 til 15 m/s úr lágum útsynningi, og hetta verður veðrið fram ímóti nátturðatíð. Tá fer vindurin at minka eitt vet. Hitin allan morgin fer at liggja um tey sjey stigini.