Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lakari fiskiskapur hjá stóru línubátunum á várleiðini við línu

Oliver Joensen

 Janus Sørensen, skipari á útróðrarbátinum Brandi í Hvannasundi, ið júst er á veg inn í Sund, sigur, at fiskiskapurin er ikki góður hjá línubátunum, sum eru á várleiðini norðanfyri. Bátarnir sum liggja longur eysturi og eru á tí bleyta har, fáa frægari. Kanska er tað tí vit hava blandað fryst agn, heldur Janus. Tað hevði helst verið betur, um vit høvdu gággu til agn.

Vit hava ímillum hálvtfimta og fimm túsund pund í dag, og tað sama var í gjár, tá høvdu vit 4.700 pund.

Tá eg spurdi um hann visti frá hinum bátunum í Norðoyggjum, segði Janus, at tað vóru bara Brandur og Norðsøki úti og tá hann tosaði við Eyðólv fyri løtu síðani, hevði hann 10 stampar eftir at draga og metti seg til umleið 3000 pund, so hjá honum verður helst um tað sama sum hjá okkum, segði Janus Sørensen at enda.