Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Laksafoss forðar Kyoto

John William Joensen

Kyoto hitar búskapin og má tí ikki setast í verk.

Drítin á hóttandi heimsupphitanina og altjóða sáttmálar, tykist vera niðurstøðan hjá Magna Laksafoss. Snarljós Sambandsfloksins noktar steyrrætt fyri at uppraðfesta umhvørvisøkið.

Sambandsformaðurin var erpin, tá hann fyri ári síðani sendi tíðindaskriv út, um at Kyoto skuldi setast í verk beinan vegin. Spurningurin er, hvussu erpin hann kann vera, nú sambandsstjørnan í fíggjarmálum hevur givið greið boð um, at nýggja umhvørvisfyristingin ikki skal uppraðfestast fíggjarliga, tí hon sambært honum ovurupphitar búskapin. Hetta er tann ábyrgdarfulli Sambandsflokkurin.

Ein samanteljing hjá nýggja umhvørvisstovninum sigur, at neyðugt er við uppraðfestingum fyri tilsamans 11 milliónir til veðurlags- og altjóða konventiónsøkið, til umhvørviseftiransing, til kortlegging og planlegging og til tilbúning av lendum og tjóðargørðum.

Hóast stovnurin ikki fekk allar tær 11 milliónirnar til niðurpínda umhvørvisøkið, hevði borið til at vænta, at ein partur av upphæddini fekst til vega. Men tíverri. Laksafoss noktar blankt. Tað skal ikki ein króna afturat á játtanina, eru boðini. Verður hetta endaliga úrslitið, dettur nýstovnaði umhvørvisstovnurin bara niðurfyri aftur beinan vegin og úrslitið verður framhaldandi atgerðarloysi á umhvørvisøkinum.

Søgan um umhvørvisøkið er ikki tann einasta. Tí hesin væl umtókti Laksafoss hevur púra diktatoriskt givið øllum landsstýrismonnum greið boð um, hvat teir skulu brúka pengar til og ikki. Enn hevur ongin fundur verið við samgonguflokkarnar um nakað fíggjarlógaruppskot. Hetta man vera eindømi í heiminum. Fremsta uppgávan hjá einum og hvørjum fíggjarmálaráðharra í okkara parti av heiminum plagar at vera at finna fíggjarlógarsemjur ímillum so nógvar flokkar sum gjørligt – í øllum førum við samgonguflokkarnar. Men hetta er ikki arbeiðslagið hjá Laksafoss.