Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Laksateljarin, bara á Norðlýsinum

Oliver Joensen

 Til vinstru her á síðuni, ber til hjá tær at fara beinleiðis inn í laksateljaran, sum liggur í Leynará. Frá Sílaveiðufelagnum og Tekniska Skúla í Tórshavn, ið hevur mennt teljaran hevur Norðlýsið sum einasti miðil fingið loyvi til at hava beinleiðis samband við teljaran.

Hygg í teljaran nú, og síggj tá laksar og síl fara niðan. Laksateljarin hevur higartil talt meira enn 400 laksar.

Tólið, sum næmingar og lærarar saman við veitarum hava mennt, er sera framkomið og ætlanir eru eisini at menna tólið upp aftur meira.

Hóast Tekniski Skúli hevur roynt, so hevur tað ikki enn eydnast teimum at fáa tólið góðkent sum partur av verkætlan, men tað kann nú ikki ganga long tíð, til tað verður veruleiki, tí ongantíð áður hava vit havt so neyvt samband við fiskatilfeingið, sum ferðast niðan í og oman úr áum okkara.

Harleyfacadeacryl