So byrjar laksatíðin hjá sílaveiðumonnununum og -kvinnunum aftur. Í gjárkvøldið vóru vit við myndatólinum við Leynará og fregnaðust ímeðan eldsálirnar í Sílaveiðufelagnum settu laksateljaran aftur í ánna.
Menn søgdu, at teir høvdu sæð laks leypa út fyri sandinum sunnudagin, og í gjárkvøldið gekk ein stór torva uttanfyri.
Sum sæst, so er riðunet lagt yvir laksatrappurnar. Hetta er harmiligt, men neyðugt, tí ótangan hava fyri vana at krøkja laks, ið er á veg niðan á Leynarvátn.
Vit hava eisini práta við formannin í Laksafelagnum, Josias Jacobsen, tann samrøðan kemur seinni.




