Fjepparafelagið hjá KÍ, Bláabylgjan skipar fyri forvitnisligum Laksatorgi á Sjómannadegnum leygardagin tann 16.08.08.
Laksatorgið verður millum Timburhandilin og egningarskúrðarn ar frá kl. 09.00 til kl. 14.00!
Fjeppararnir fara m.a. at selja feskan laks, roykt laksaflak og laksaportiónir. Eisini verður kálvi, turrur fiskur, flak o.a. at fáa til keyps.
Bláabylgjan vónar, at nógv fólk leggja leiðina framvið at keypa sær ein góðan døgurðabita.
“Endamálið við Bláubylgjuni er at skapa góðan stemning til heima- og útidystirnar, og royna alt hvat vit kunnu, at hjálpa Kí upp á toppin aftur. –
Har VIT hoyra heima”!




