Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Laksurin bíðar eftir áarføri

Oliver Joensen

Tað heldur Peter A. E. Djurhuus frá Føroya Sílaveiðufelag, sum umsitur laksateljaran í Leynará.

Higartil í ár eru útivið 200 laksar færri farnir niðan ígjøgnum laksateljaran í mun til seinasta ár.. Peter A. E. Djurhus heldur, at orsøkin skal finnast í, at serliga september mánaði hevur verið sera turrur og tí hevur áin verið lítil. Sum ein hevur sæð seinastu tíðina, so hava laksar staði leingi í teljaranum, tað er orsakað av at tað gongst illa hjá teimum at koma longur niðan.

Áin hevur verið sera lítil so tað eru fáir stórir laksar, ið hava megnað at trýst seg niðan ígjøgnum ógvuliga lágu vatnstøðuna í ánni., tó eitt ovurhonds stórt dýr fór niðan í august. Vit eru ikki í iva um, at laksurin liggur út fyri og bíðar at sleppa niðan, so fyrst áarføri verður, vænta vit eitt rættuligt rend.

Um støðuna í Saksun, sigur formaðurin Josias Jacobsen, at árið í fjør var sera vánaligt, men at støðan í ár er nógv betur. Hann metir, at higartil eru einir 100 laksar komnir úr Saksunarvatni.

Eitt nú í gjár, var sera nógv at síggja á vatninum fyrrapartin, men tó so komu fáir upp, tí higartil hevur laksurin tikið sera illa, hendan støðan er eisini í Leynum, har menn siga, at ilt er at fáa laksin at taka. Tá laksurin so tekur, tá hevur flugan roynst best, siga teir úr Leynum.

Her nakrar myndir úr Saksun í gjárkvøldi:

Harleyfacadeacryl