Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lambasprænur við lít

Oliver Joensen

 Veðrið hevur verið av tí allar ringasta her norðanfyri seinastu dagarnar. Vindurin hevur ligið um 30 metrar um sekundið og hartil hevur verið vátakavi, regn og kavi, hvørt um annað.

Vit vóru ein túr við myndatólinum í morgun at lýsa umstøðurnar. Lítið hugaligt er at fara útum nú vit skrivað 7. mei, kavi, krapi, kalt og nógvur vindur. 

Seyðurin hevur tað sjálvandi ikki gott, meira um tað seinni ídag. Her eru nakrar myndir frá um 10 tíðina í morgun: