Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lampard lumpaði Chelsea

Danial Viðoy

5. umfar í Premier League: Tað sá annars út til, at Chelsea skuldi fara av stað við sigrinum á Etihad. Chelsea var á odda 0-1, ein maður meira, men inn til Frank Lampard kom inn og skoraði ímóti sínum gamla liði.

5. umfar í Premier League: Tað sá annars út til, at Chelsea skuldi fara av stað við sigrinum á Etihad. Chelsea var á odda 0-1, ein maður fleiri á vøllinum, men inn til Frank Lampard kom inn og skoraði ímóti sínum gamla liði.

Um miðjan seinna hálvleik varð Zabaleta hjá City útvístur eftir at hava fingið sítt seinna gulakort. Stutt eftir vóru Chelsea kýniskir og løgdu seg á odda. Tað var nýinnskifti Schurrle, ið skoraði eftir eitt gott skjótálop.

Tað sá út til, at hetta fór at enda við sigri til Chelsea. Men síðani kom Chelsea-legendan inn, sum hevur spælt omanfyri 600 dystir fyri Chelsea og skorað omanfyri 200 mál fyri hetta lið. Chelsea viðhaldsfólk klappaðu hann eisini inn á vøllin í dag, sum tøkk fyri alt hann hevur gjørt fyri felagið.

Men fimm minuttir fyri tíð vísti Lampard aftur, hvussu ein miðvallaleikari skorar. City brutu í gjøgnum í høgru og inni í sekstanmetrinum visti Lampard, hvar hann skuldi standa og smekkaði bóltin í málið til endaliga úrslitið 1-1. Lampard virdi sítt gamla felag og vildi ikki jubla.

Úrslit frá 5. umfari í Premier League:

West Ham – Liverpool 1-3

Swansea – Southampton 0-1

Newcastle – Hull 2-2

Burnley – Sunderland 0-0

Aston Villa – Arsenal 0-3

QPR – Stoke 2-2

Tottenham – West Bromwich

Leicester – Manchester United 5-3

Everton – Crystal Palace 2-3

Manchester City – Chelsea 1-1