689 fult skattskyldug fingu útgoldið 247.352.659 kr. í FAS-inntøkur í 2014. Skatturin av FAS-inntøku er 35%, hesi 35% ini sum manningar gjalda til TAKS at venda verða allar sendar reiðarunum sum hava skip skrásett í FAS.

Norðlýsið bað Taks um innlit í hvussu nógvir útlendingar og føroyingar eru íFAS skipaskrásetingini.
TAKS svarar: …. útlendingar og føroyingar rinda skatt í Føroyum gjøgnum FAS reglurnar, kunnu vit upplýsa, at í 2014 fingu 1.474 útlendingar útgoldið 358.352.226 kr. í FAS-inntøkur, og 689 fult skattskyldug fingu útgoldið 247.352.659 kr. í FAS-inntøkur.
Viðvíkjandi hvussu FAS-skatturin verður deildur millum kommunur, kunnu vit upplýsa, at frá 1. januar 2006 bleiv skipanin viðvíkjandi útlendingum broytt, soleiðis at skatturin ikki bleiv latin til nakra kommunu, men fór í serligan kassa. Allir peningurin verður síðani fluttur reiðarunum, sum hava skip skrásett í FAS.
Frá 1. Januar 2009 bleiv skatturin hjá fult skattskyldugum í Føroyum eisini fluttur til hendan serliga kassa, haðani afturgjaldinin verður goldin.
Skatturin av FAS-inntøku er 35%, eins og afturgjaldið til feløgini er 35%.