Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Landfogeden på Færøerne: Tórbjørn latið koyrikorti inn

John William Joensen

Tórbjørn Jacobsen, løgtingslimur letur nú koyrikorti inn til løgregluni hóast fútin tapti sakina um órini hjá løgtings manninum í rættinum í morgun

Landfogeden på Færøerne,                                           Glyvrum, 12. oktober 2005
Smyrilsvegur 20,
FO-100 Tórshavn,
Føroyar.

Málið viðvíkjandi førararættinum hjá Tórbirni Jacobsen :

Dómur er í dag fallin í málinum, sum var fyri á rættarfundi hin 05. oktober 2005. Málið snúði seg bara um hvussu sterkur órinsrætturin er hjá einum fólkavaldum persóni. Í hesum førinum, um fútaembætið hevði rætt til at taka koyrikortið frá undirritaða í sambandi við annað mál.

Dómurin er greiður. Sum tað stendur: Den foretagne administrative inddragelse af sigtede, Tórbjørn Jacobsens førerret kendes ulovlig.

Tað hevur ongantíð verið mín ætlan, at misnýtt starvið sum løgtingsmaður, tíansheldur ta órinsverju sum ein slíkur hevur sambært lóg, fyri at eg skuldi standa øðrvísi mótvegis ákæruvaldinum ella dómsvaldinum enn aðrir borgarar í Føroyum. Tvørturímóti. Hetta málið var eittans eitt aðalreglumál, sum hevði til endamáls at fáa eftirkannað hvussu sterk órinsverjan er yvirhøvur. Táið ongin dómur fanst í danska ríkinum um slík viðurskiftir, valdi eg at royna málið í rættinum. Dómurin er klokkuklárur. Landfogeden på Færøerne tapti málið. Og er hetta aðru ferð í slakar tríggjar mánaðir at undirritaði fær koyrikortið aftur frá fútaembætinum í einum og sama máli.

Táið undirrtiaði, sum sagt, á ongan hátt ætlar sær sersømdir í mun til aðrar borgarar í landinum, í hesum tíansheldur í øðrum lívsins viðurskiftum, farið eg hervið at lata Landfogeden på Færøerne  koyrikortið aftur, í varðveistlu meðan málið viðvíkjandi koyrikortinum er til viðgerðar.

Sum ákæruvaldið førdi fram í rættarsalinum hin 05. oktober 2005, ongin veit hvussu leikur fer í tí málinum. Ákæra er ikki reist og ongin veit um hon verður reist. Bara fyri at undirritaði skal standa javnbjóðis øðrum borgarum, verður koyrikortið, sum undirritaði fekk aftur sambært dómi, kl. 1000 í morgun, latið tykkum, meðan sjálvt málið gongur sína gongd. Órinsverjan sum løgtingsmaður skal undir ongum umstøðum forða fyri at løgreglu- & ákæruvaldið fær gjørt sína skyldu í tí málinum.

Hervið er koyrikortið latið Landfogeden på Færøerne í varðveistlu, soleingi málið um førararættin verður viðgjørt og ongin endalig avgerð er fallin hesum viðvíkjandi.

Koyrikortið er lagt við í brævbjálvanum.

Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður.