Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Landið noktar at gjalda havnagjald á Tvøroyri

John William Joensen

og nú hevur Tórbjørn Jacobsen sett landsstýrismanninum spurning í tinginum

Skrivligur fyrispurningur til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í Innlendismálum, um fíggjarligu treytirnar viðvíkjandi havna- og brúgvagjaldi, hjá Smyrli, táið hann er innanvert havnamerkini á Trongisvágsfirði og liggur við bryggju á Krambatanga.

Spurningar

1) Borga Strandfaraskip Landsins fyri ásett havnagjald, hvørja ferð ”SMYRIL” fer inn um havnamerkini ímillum Høvdatanga og Nestanga á Trongisvágsfirði?

2) Borgar ”SMYRIL” fyri brúgvagjald, táið hann liggur á Krambatanga?

3) Hevur Strandferðslan nakrar ógoldnar rokningar liggjandi, fyri omanfyrinevndu fyribrigdi, sum hon hevur fingið sendandi frá Tvøroyrar Havn?

4) Um ógoldnar rokningar liggja, nær gavst Strandferðslan tá at gjalda. Var tað fyri, táið ella eftir at nýggi Smyril var komin, og ferjulegan á Krambatanga var tøk til nýstlu?

5) Um so er, hvussu stór er samlaða upphæddin, og nær er ætlanin at gjalda fyri rokningarnar?

6) Ella ætlar Strandferðslan als ikki at gjalda fyri møguligu rokningarnar? Og hvør skuldi orsøkin tá verið til tess?

Viðmerkingar:

Í Sosialinum 5. oktober í ár skrivar Áki Bertholdsen eina grein um vatnkríggj ímillum Tvøroyri og Landsverk. Málið snýr seg um, at Tvøroyrar Býráð ikki góðtekur, at Smyril bunkrar vatn á Tvøroyri, uttan at gjalda fyri tað. Lagt verður upp til, at málið helst endar í rættinum, táið ongi útlit eru fyri semju. Stríðið stendur ímillum Kommununa og Landsverk, skilst, og kemst hetta av tí orsøk, at Landsverk hevur ábyrgdina av havnalagnum á Krambatanga.

Hetta er tó ikki einasta ósemjan sambært blaðnum. Hin er um havnagjaldið. Borgmeistarin sigur í viðtalu, at hóast Tvøroyrar Havn regluliga sendir rokningar fyri havnagjald, noktar Strandferðslan konsekvent at gjalda fyri tær. Talan skal vera um milliónaupphæddir, og mangt bendir á, at eisini hetta málið endar í rættinum.

Próvførslan hjá Strandferðsluni, fyri ikki at gjalda, er at landið eigur samferðsluhavnina á Trongisvágsfirði. Kommunan er sambært blaðnum ósamd, og stendur fast við, at øll skip eiga at betala fyri havnagjald, táið tey eru innanvert havnamerkini, ið sambært ”Den Færøske Lods” er ein bein linja ímillum tveir hvítar varðar, ávikavíst á Høvdatanga og Nestanga.

Nýliga fráfarni stjórin á Stranderðsluni, Regin Vágadal, sigur við blaðið, at tað er landið, sum hevur bygt og goldið fyri íløguna í havnina, og Smyril kemur ikki í samband við nakað hjá Tvøroyrar Býráð. Tí er útgangsstøðið, at tað er burturvið, at landið skal betala fyri at brúka havnina, sum hann tekur til. Seinri í samrøðuni er hann ikki heilt so konsekventur, og letur dyrnar standa á gloppi fyri eini semju. Men eftir øllum at døma er onki hent í hesum málinum enn.

Málið er eitt meginreglumál. Føroysku havnamerkini eru framvegis galdandi, sum ásetingar fyri umsitingarøki hjá føroyskum havnum. Núverandi havnamerkini, sum fram til dagin í dag hava verið hildin í hevd, vóru í sínari tíð góðkend av Føroya Løgtingi eftir umsøknum frá kommununum, og haðani varð málið sent amtinum til avgreiðslu. Flestu havnir tóku standardreglemangi til sín, við teimum ískoytum sum eru løgd afturat síðani, og hesi eru til skjals í álmanakka, skipalista og í donsku Fiskaríárbókini. Hetta eru bøkur, sum helst skula liggja umborð í hvørjum einasta flótandi fari.

Frá tíð til aðra hava almennir myndugleikar og stovnar undir landinum roynt at sátt iva um heimildina hjá kommununum, at reka vanligt havnavirksemi við umsitingarmyndugleika innanvert hesi somu merkir. Tað sigst, at Starvsnevnd Føroyska Havna hevur sent bæði Landsverki og Vinnumálaráðnum fyrispurningar um hesi viðurskifti, men higartil er tó onki svar komið, hóast skundað er undir prosessina.

At ivin um havnamerkini er ósvarðaur, stendur eisini í grellari andsøgn til tær kunngerðir, ið verða lýstar at galda fyri vernd og umhvørvi. Tað ber illani til, hjá eini kommunu, at áleggja sínum stovnum, í hesum førinum havnaskrivstovunum, eftirlits- og umsitingaruppgávur á einum ásettum øki, sum ikki í fullan mun verður respekterað og acceptera av almenna myndugleikanum.

Verður hugt eftir, hvussu aðrir velja at tulka slík viðurskifti, í altjóða høpi, tá er tað yvirhøvur soleiðis, at hesir uttan serligt lógarsmíð góðtaka rættin hjá kommununum, at reka havnavirksemi innanvert havnamerkini, við sjálvsøgdu rættindunum, at krevja gjøld, til tess at havnavirksemi eisini skal hanga saman fíggjarliga. Vanliga verður ikki roknað við meirvirðisgjaldi, í flestu førum, soleiðis verða hesi gjøld ikki roknað fyri at vera fiscal fee, tvs. gjøld fyri tænastuveitingar.

Heimsbankin sigur í síni lýsing av havnavirkseminum kring heimin, at havnavirksemi hjá kommunalari havn generelt ikki krevur nakra serstaka lógarheimild, hendan átti frammanundan at verið legitimerað í kommunulógini. Lond sum USA og Ongland hava við fleiri domsúrskurum staðfest myndugleikan hjá kommunalari havn at fremja sítt virksemi, og harvið rættin at krevja gjøld innanvert havnmerkini. Í Danmark varð fyri kortum staðfest í einum dómi, at kommunalar havnir hava rættin at krevja gjøld allastaðni innanvert havnamerkini, eisini táið talan er um privatar bryggjur.

Tað er av stórum týdningi, at Føroya Løgting fær at vita frá útinnandi valdinum, sum er hin praktiserandi myndugleikin, um man ætlar at halda seg til altjóða siðvenju, ella um ein ætlar at halda heilt aðra og egna leið í hesum máli. Fyri føroysku havnirnar er hetta sanniliga eisini ein spurningar um, hvussu dygt ekststensgrundarlagið er. Fáa mál sum hesi, í tulkingini hjá Strandferðsluni í hesum førinum, gróðrarbotn, fellur ein partur av inntøkuni burtur og samstundis væl saktans eisini heimildin at fremja álagdar skyldur, táið ein partur av umsitingarliga økinum minkar, nevniliga sjóøkið, har havnagjald sambært gamlari siðvenju eigur at verða goldið.

Spurningurin er settur landsstýrismanninum í Innlendismálum, táið málið er uppstaðið orsakað av tí, at ein stovnur undir honum, tvíheldur um, at skip hansara ikki skal gjalda fyri sjóøkið innanvert havnamerkini á Trongisvágsfirði.

Á Føroya Løgtingi, 20. november 2007

Tórbjørn Jacobsen

Harleyfacadeacryl