Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Landsapotekari

Heilsu- og innlendismálaráðið

Starvið sum landsapotekari verður við hesum lýst leyst til setan 1. juni 2017 ella eftir nærri avtalu.

Landsapotekarin er ovasti leiðari fyri apoteksverkið og hevur mótvegis Heilsu- og innlendismálaráðnum endaligu ábyrgdina av virkseminum.

Uppgávurnar eru í høvuðsheitunum hesar:

  • ábyrgd fyri ráðlegging, raðfesting, ígongdseting og samskipan av arbeiðsuppgávunum í apoteksverk­inum,
  • ábyrgd fyri støðugari menning í apoteksverkinum, soleiðis at apoteksverkið á heilivágsøkinum livir upp til nútíðarkrøv,
  • ábyrgd fyri at gera uppskot til fíggjarætlan fyri stovnin,
  • ábyrgd av, at góðkend fíggjarætlan verður hildin,
  • ábyrgd fyri at hagtøl fyri samlaðu heilivágsnýtsluna í føroyska samfelagnum eru tøk,
  • ábyrgd av at røkja nærri útgreinaðar myndugleika­uppgávur og ráðgeva Heilsu- og innlendismálaráðnum um heilivág í síni heild, eftirlit við at lóggávan viðvíkjandi apoteksverkinum v.m. verður hildin dagførd,
  • ábyrgd av samstarvi um heilivágsviðurskifti við útlendskar stovnar og myndugleikar.

Førleikar
Landsapotekarin skal hava staðið danskt farmaseutiskt kandidatprógv ella samsvarandi prógv, sum er góðkent at lúka sáttmála við onnur lond. Harumframt verður kravt, at viðkomandi í starvi hevur víst seg skikkaðan at reka apotek.

Tann rætti umsøkjarin skal harumframt hava:

  • áhuga og vitan um heilsuverkið í síni heild,
  • góð leiðslu- og samstarvsevni,
  • ein mennandi leiðslustíl,
  • evni at seta í verk fyriskipanir,
  • vitan um fíggjarstýring og heilsubúskap,
  • góð samskiftisevni í skrift/talu.

Løn- og setanarkrøv
Setanarøkið er Apoteksverkið og Heilsu- og innlendismálaráðið við undirliggjandi stovnum. Viðkomandi, ið settur verður, skal kunna tola broytingar í starvinum, bæði í starvsinnihaldi og vavi.

Næsti fyrisetti er aðalstjórin í Heilsu- og innlendismála­ráð­num. Lønin er ásett sambært sáttmála millum Fíggjar­mála­ráðið og Pharma Danmark.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til: Turid Arge, aðalstjóra, á t-posti: turid.arge@himr.fo ella tel 30 40 50.

Umsókn við CV og avriti av neyðugum skjølum skal sendast til:

Heilsu- og innlendismálaráðið
Eirargarður 2,
100 Tórshavn
himr@himr.fo

Umsóknarfreist: 19. apríl 2017, kl. 12:00.


Heilsu- og innlendismálaráðið”,·”,Eirargarður 2”,·”,FO-100 Tórshavn”,·”,tel 30 40 50”,·”,himr@himr.fo”,·”,www.himr.fo