Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

LANDSBANKIN GAMBLAÐ & MIST 44 MIÓ KR

Fólkaflokkurin

Landsbankin, ið umsitur millum 2,5 til 3 mia. kr., hevur í besta Wall Street stíli gamblað við útlendskum partabrøvum.

Hetta hazard spælið endaði við, at landið tapti heili 44 mió. kr. í 2018, staðfesti Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, í svari til fyrispurning frá Bárði Nielsen, løgtingsmanni, í løgtinginum í dag.

– Gamblingin má steðga. Hetta er at spæla hazard við landsins pengum, og tað má fáa avleiðingar, sigur Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins.