Tað váttar landsbankastjórin, Sigurd Poulsen, sum í løtuni ikki dugur at siga um tað verður lætta ella trupult at fáa vaksandi undirskotið hjá landskassanum fíggjað
Í løtuni arbeiða politikarar við at fáa fíggjarætlanina fyri 2010 at hanga saman, og tað hevur ljóða at landskassin hevur trupult við at finna fígging til undirskotini á fíggjarlógini.
– Vit arbeiða í løtuni við at kanna møguleikarnar fyri at selja lánsbrøv einarferð fyrst í komandi árið – men enn er trupult at siga um tað verður lætt ella trupult at fáa neyðugu fíggingina, sigur landsbankastjórin, Sigurd Poulsen.
– Tað er ikki bert undirskotið á fíggjarlógini fyri 2010, sum vit skullu finna fígging til. Í inniverandi árið – tvs. 2009 – tørvar okkum framvegis fíggin til góðar 200 milliónir. Tá hava vit higartil í ár fíggja fimmhundra milliónir krónur.
– Sum fíggjarlógin hjá løgtinginum 2010 sær út í løtuni, so skulu vit komandi ár fíggja eitt hall, sum liggur millum sjey til átthundrað milliónir krónur – so í ringasta føri skal Landsbankin útvega fígging til umleið eina milliard krónur.
Íslands-lánið neutralt
– Lánið til íslands var fíggja beinleiðis úr peningarenslinum hjá landskassanum – men tað er eitt aktiv, sum vit fáa aftur í rentum. Lánið er annars avdráttarfrítt í fimm ár. Samlað er lánið til Íslands er neutralt fyri landskassan, tvs. at landskassin hvørki tjenar ella missur pening.
Landskassin noyðist at lána
Sigurd Poulsen greiður frá at løgtingið ikki longur kann taka pening úr Landsbankanum.
– Í dag standa umleið 1,7 milliard krónur í Landsbankanum og er tað nakað undir lógarkravið, sum er 1,8 milliard krónur. Tì er neyðugt hjá landinum at lána fyri at fíggja undirskotið og tað verður gjørt við at selja lánsbrøv á altjóða marknaðunum.
Politiska skipanina má fáa endarnar at røkka saman
Sigurd Poulsen, landsbanka stjóri, er ikki kendur fyri tey stóru armsveiggini, men tað er eingin ivi um at hann tekur undirskotini hjá landskassanum í størsta álvara.
– Størri undirskot merkir størri rentuútreiðslur hjá landskassanum. Í løtuni megan vit at finna fígging til undirskotini, men tað er umráðandi at politiska skipanin finnu loysnir fyri bygnaðarligu skeivleikunum í skipanini – sum vaksa um undirskotini.
– Ein partur av undirskotinum hjá landskassanum er orðsaka av búskaparkreppuni, sum herjar um allan heim – og tá tíðirnar gerast betur verður hetta undirskotið burtur.
– Men ein vaksandi partur av undirskotinum kemur av at inntøkurnar hjá landskassanum samsvara ikki við útreiðslurnar og longri tíðin gongur størri verður upptakið.
– Sum landsbankastjóri er tað mín uppgáva at finna sakligar grundgevingar og í hesum sambandi havi eg sjálvandi als ongar politiskar meiningar um hvussu tingini skulu skrúast saman.
– Men politiska skipanin er soleiðis samanskrúvað at í minstalagið ein av verandi samgonguflokkum fer at halda fram í einari møguligari nýggjari samgongu. Tí kunnu politikarar ikki snúgva seg undan svartaperi!
– Tað er neyðugt at politiska skipanin ger neyðugar tillagingar, tí eingin vinnur nakað við at útseta neyðugar og í onkrum føri ópopulerar avgerðir.
– Útreiðslurnar hjá landskassanum mugu samsvara við inntøkurnar – ella umvent, sigur Sigurd Poulsen.




