Tað verður Bjørn Kalsø tinglimur, sum í dag kl. 16:30 setur landsdansistevnuna í Vágstúni.
Landsdansistevnan verður hildin triðja hvørt ár, og í ár er tað Klaksvíkar Dansifelag, sum er vertur fyri stevnuni. Umleið 400 dansarar úr 14 dansifeløgum verða við hesa ferð.
Tá stevnan er sett, verður farið at dansa. Klaksvíkar Dansifelag letur heilsa og sigur, at øll er vælkomin at verða við í dansinum. Síðani ganga dansarnir niðan í Badmintonhøllini, har borðhald verður. Eftir borðhaldið verður farið í Skálan, har hvørt dansifelag skipar eina vísu.




