Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Landsdystir í mansflogbólti: Føroyar  Ísland

(Norðlýsið – Tíðindi)

Í vikuskiftinum skal manslandsliðið í flogbólti leika tveir landsdystir
ímóti Íslandi í Føroyum.

Fyrri dysturin verður leygarkvøldið kl. 19,00 í Høllini á Hálsi, og seinni
dysturin verður sunnudagin á Norðoyastevnu í KÍ-høllini kl. 15,30.
 
Dystirnir eru liður í fyrireiking hjá manslandsliðnum í flogbólti til
EM-undankapping, sum verður í Norður-Írlandi um mánaðarskiftið juni-juli.
 
Føroyska manslandsliðið til vikurskiftið verður úttikið eftir venjingar í
dag, og eru allir útlendsku leikararnir heima í Føroyum í hesum sambandi.
 
Seinast liðini møttust var í EM-undankapping í Skotlandi í desember 2003,
tá Føroyar vann 3-0 við settmuninum 25-22, 26-24 og 25-20.
 
Venjari hjá manslandsliðnum er íslendingurin Magnus Aðalsteinsson og Suni
Hansen er hjálparvenjari.