Landsgrannskoðanin ætlar at seta ein skrivstovunæming (almenn fyrisiting) frá 1. apríl 2016 ella eftir avtalu.
Umsøkjarin skal hava staðið HH, students- ella HF-prógv. Lærutíðin verður fastløgd eftir hvat prógv umsøkjarin hevur.
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, viðmælum o.ø. skal sendast til:
Landsgrannskoðanina
Traðagøta 43
Postrúm 2053
165 Argir
ella í telduposti til: postur@lg.fo
í seinasta lagi 22. februar 2016. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Beintu Dam, á tlf. 355100 ella 226301. Fyrispurningar verða viðgjørdir í trúnaði.
Tú kanst fáa meira at vita um Landsgrannskoðanina á heimasíðu okkara: www.lg.fo.




