Leygardagin 12. mai verður høvi at stuðla Bláa Krossi. Tá verður Landsinnsavnan har fólk fara at gagna hús úr húsi í Klaksvík við bússum.
Vit hava tørv á bússuberum, sum vilja nýta umleið tveir tímar leygardagin 12 mai.
Um tú ynskir at hjálpa við at ganga við bússu, so ert tú vælkomin at møta í KFUM&K kl. 10.00 leygarmorgunin, har byrjað verður við morgundrekka. Jú fleiri vit eru skjótari verður liðgut. Vælkomin at taka onkran við.
Latið okkum standa saman um hettar megnar arbeiði, ið Blái Krossur ger, fyri at hjálpa fólki, sum eru komin illa fyri.
Guð signi okkum øll í hesum.
Tit kunnu gott deila hettar.




