Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Landsinnsavningin hjá Reyða Krossi Føroya gav í alt 950 tús. kr.

Reyði Krossur Føroya

Landsinnsavningin hjá Reyða Krossi Føroya 17. sept. 2016 gav í alt 950 tús. kr. Hetta fegnast felagsskapurin stórliga um og takkar hjartaliga føroyingum fyri stuðulin og takkar teimum mongu, sum gingu hús úr húsi við bússum. Hetta svarar til, at hvør føroyingur lat á leið 19 kr., og er hetta munandi meira pr. íbúgva enn í øðrum londum.

Endamálið við landsinnsavningini er, at vit skulu hjálpa mongu flóttafólkunum í Miðeystri, sum antin eru flóttar í grannalondunum ella í egnum landi. Pengarnir fara til keyp av teppum, teltum, reinførispakningum, heilivági og til reint vatn. T.d. røkka 150 kr. til 3000 litrar av reinum drekkivatni, 200 kr. røkka til tjaldbúðir at verja tvær flóttafólkafamiljur móti regni og vindi, og 500 kr. røkka til mat til fimtan hungrað børn í ein mánaða. Partur av landsinnsavningini verður goymdur, soleiðis at Reyði Krossur skjótt kann veita eina hjálpandi hond, tá jarðskjálvti, yvirflóð ella onnur vanlukka bráddliga hendir.

Reyði Krossur fegnast eisini um, at fíggjarlógaruppskotið fyri 2017 hækkar játtanina til neyðhjálp úr einari mió. upp í fýra. Við hesum upphæddum kunnu Føroyar sum land veruliga gera mun, har fólk eru hótt av kríggi, náttúruvanlukkum og fátækradømi.

Reyði Krossur Føroya

Jóannes Eidesgaard

formaður