Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Landsins borgarstjórar møtast í Klaksvík í dag

Helgi Abrahamsen

Búskaparráðið hevur bjóðað borgarstjórum og kommunustjórum/skrivarum til evnisdag í Gamla Seglhúsi í dag.

Í innbjóðingini til evnisdagin stendur, at endamálið er at viðgera ymisk viðurskifti í sambandi við at nýggj øki eru løgd út til kommunurnar at umsita.

Tey ið fara at leggja fram á evnisdegnum eru: Sverri Hansen frá Búskaparráðnum, Jón Joensen frá Hagstovuni, Hilmar Høgenni frá Heilsu- & Innlendismálaráðnum, Eyðun Christiansen frá Kommunusamskipan Føroya og Edvard Heen frá Almannaverkinum.

Seinnapartin verður orðaskifti.

Evnisdagurin byrjar í morgun kl. 9.