Longu tá hálvur annar minuttur varð farin, skoraði Allan Mørkøre fyrsta málið fyri B36 til 1-0 til heimaliðið suðuri í Gundadali. Tað var eftir hornaspark, at Allan skeytt hetta málið upp á langskot.
Eftir hetta hevur KÍ átt størra partin av spælinum, meðan B36 hevur leikt meira varliga og afturhaldið, samstundis sum teir lúra upp á skjótálop, og tað var júst eitt slíkt, sum gav teimum næsta málið til 2-0, tá umleið hálvur tími var farin. John Petersen skeyt tað málið.
Nú er umleið eitt korter farið av 2. hálvleiki, og støðan er 2-0 til B36.




