Tað byrjaði so sera væl við 2-0 leiðslu til KÍ eftir 23 minuttir, og teir bláu bæði kundu og áttu helst eisini at havt skorað 1-2 ferðir afturat í 1. hálvleiki, men ístaðin varð tað B71, sum fekk 2 mál upp á 3 minuttir beint áðrenn steðgin, og so misti KÍ sjálvsálitið og samanspælið á gólv, og teir komu í veruleikanum ongantíð fyri seg aftur í dystinum.
Sjálvsálit og trúgv á egnan mátt hevur nógv at siga í fótbólti. Tað var dysturin í Djúpumýru 2. Páskadag eitt sera gott dømi um.
Áðrenn KÍ fekk 2 skjót mál ímóti sær, vóru teir fullkomuliga dominerandi á vøllinum, og B71 hevði í veruleikanum bara havt eina atsókn á KÍ-málið, men so vóru teir bæði ósketnir og óhepnir í KÍ-verjuni, fyrsta eina ferð og so aftur bara 3 minuttir seinni, og eftir tað var KÍ ikki til at kenna aftur.
Somu menn á somu plássum á vøllinum runnu og stríddust líka nógv sum áðrenn, men spælið var ikki til at kenna aftur.
Liðuppstillingin
eitt sindur broytt
Í mun til dystin Skírishósdag var KÍ-liðið eitt lítið sindur broytt.
Í málinum stóð Meinhardt Joensen, og framman fyri hann vóru Jan Andreasen og Kaj Ennigarð í miðverjuni. Vinstri bakkur var Heðin á Lakjuni liðformaður, og á høgra bakki var Leon Bjartalíð.
Verju parturin var sostatt óbroyttur.
Á miðvøllinum vóru Símun Joensen og Høgni Madsen, sum var á plássinum, har Gunnar Nielsen spældi Skírisdag.
Gunnar var ístaðin fluttur fram á høgra vong, har Harley Bertholdsen spældi ímóti VB/Sumba, og álopsmótið var tí hesaferð mannað við: Chris Cerroni í vinstru og Gunnari Nielsen í høgru, meðan Erling Fles og Paul Clapson mannaðu sjálvan álopsfrontin mitt fyri.
Til hesa broyttu liðsamanseting kann í stuttum sigast, at hon tóktist at eydnast væl í fyrra hálvleiki, har KÍ átti meginpartin av spæli og møguleikum, men í seinna hálvleiki tóktist KÍ-liðið at hava mist spæligleði, -vilja, -evni og trúgv uppá at skapa nakað frameftir, og í tí støðuni hevði ein royndur Harley helst kunnað lyft liðið og drigið fram eftir vøllinum.
KÍ dreymabyrjan.
KÍ fekk eina dreymabyrjan í Djúpumýru 2. páskadag, har B71 var á vitjan.
Ikki sørt av hepni, men eisini máltev, var uppií longu í 3. minutti, tá Erling Fles var á røttum staði í røttu løtu og fangaði eina “Jesper Olsen sending” frá B71 leikara upp á tvørs inn í egnan brotsteig. Erling var skjótur, dróg fram við tí óhepna verjuleikaranum og smekkaði so til eftir jørð úr stuttari fjarstøðu fram við málmanninum og í málið til 1-0.
Hetta málið kom, eftir at hvørki av liðunum hevði lagt nakað trýst á hitt, men nú kom ordiliga ferð á heimaliðið.
Í 4. minutti skeyt Gunnar ímóti málinum frá brotsteigarmarkinum men rakti ein sandoying á vegnum, í 6 .minutti spældi Chris Cerroni sera væl til Erling inn í brotsteigin, sum tó ikki fekk skot á, og síðani hevði KÍ enn eitt sera gott álop, sum endaði við 2 skotum á málið hvørt eftir annað, fyrst Símun og so Chris, men í mál fór bólturin ikki.
Nú var støðið lagt fyri spælið í fyrra hálvleiki, sum KÍ skuldi vísa seg at eiga og stýra í rættiliga stóran mun.
Var tað mál – var
tað til reytt kort?
Í 8. minutti vinnur B71 sítt fyrsta av íalt 3 hornaspørkum, og av hesum stóðst eitt sindur av vanda í KÍ-brotsteiginum. Einki hendi, men hetta var ein ábending um, at teir duga at vera effektivir, sandoyingarnir.
Men so herjaði tann bláa bylgjan áaftur.
Í 9. minutti spælir Høgni fram til Erling, sum skallar víðari til Paul, ið sendir væl inn fyri B71-málið, men verjuleikari heldur Chris frá bóltinum.
Í 11. minutti ger Jan Andreasen eina av sínum væl eydnaðu atsóknum fram eftir vøllinum, tá hann í vinstru síðu umleið á miðlinjuni grípur inn og vinnur bóltin og spælir hann hegnisliga fram til Erling, sum setur ferð á ímóti B71-brotsteiginum.
Við brotsteigarmarkið í høgru álopssíðu hjá KÍ verður Erling feldur, beint sum hann hevur fulla ferð inn í sjálvan brotsteigin, og dómarin dømir fríspark, sum rætt var, samstundis sum B71-leikarin fær gult kort. Spurningurin er bara, um tað ikki hevði verið rættari við einum reyðum korti her, tí Erling hevði beina kós ímóti málinum, og eingin útileikari var eftir innan fyri hann, bara málmaðurin.
Frísparkið var sera væl tikið av Paul Clapson, men málmaðurin tveitti seg og bjargaði harða skotinum.
KÍ trýsti helt fram, og í 14. minutti varð aftur spælt upp úr vinstru álopssíðu. Nú var tað Símun Joensen, sum skeyt inn fyri B71 málið, har Paul Clapson rennur fram og smekkar til, og bólturin brestir í undirkantin av tvørtrænum og støkkur beint niður á málstrikuna og næstan líka beint uppaftur.
Var tað mál?? – dómarin er í slíkum førum sjálvandi prísgivin til sín linjuverja, men hesin var als ikki á linju (sum sjálvandi heldur ikki er so lætt at vera, tí tað kann ganga so skjót fyri seg til tíðir), og tí hevði linjuverjin heldur ikki umstøður at døma um hesa hendingina.
Triðja hendingin í fyrra hálvleiki, tá marginalarnir ikki vóru KÍ megin, var tá Paul Clapson av B71-leikara varð hálaður niður inni í B71 brotsteiginum. Varð tað brotsspark? Dómarin helt ikki!
Og fyri at gera hetta við marginalunum liðugt, so hendi tað eisini einaferð seint í seinna hálvleiki, at spurningurin um brotsspark var aktuellur. Tá var tað Kaj Ennigarð, sum bókstavliga varð rendur um koll av einum B71 leikara, men dómarafloytan tagdi enn einaferð.
3 málatsóknir góvu
2 mál í 1. hálvleiki
B71 royndi onkuntíð at svara aftur, og tað eydnaðist til tíðir í ávísan mun, soleiðis at skilja, at teir onkuntíð komu fram ímóti KÍ-brotsteiginum, men meginpartin av fyrra hálvleiki gav tað ikki vandastøður við sær.
Hetta verður eisini váttað av hagtølunum fyri hendan fyrra hálvleikin. Til dømis gingu heilir 17 minuttir, áðrenn B71 fyri fyrstu ferð í dystinum skeyt og rakti KÍ-málið.
Ta ferðina spældu gestirnir seg til ein dupultkjans, sum Meinhard bjargaði meistarliga, og so skutu teir ikki aftur á KÍ-málið í fyrra hálvleiki, fyrr enn heilt stutt áðrenn steðgin, tá tað bleiv til 2 skot, sum bæði tvey fóru í mál!!
– Jamen, soleiðis er fótbóltur!! Segði ein kendur KÍ-áskoðari í hálvleikinum – og tað er so satt, sum tað er sagt.
Bóltspæl, skot innfyri og royndir á málið telja ikki við í úrslitinum. Tað eru og verða bara málini, sum telja, o tey vóru 2 í part í fyrra hálvleiki. KÍ hevði hendan hálvleikin havt 9 royndir innan fyri málkarmin, og B71 hevði havt 4, harav tey 2 vóru í somu atsókn í 17. minutti, men bæði liðini høvdu fingið 2 mál.
Málini vóru góð
Málið til 2-0 til KÍ, sum kom í 23. minutti, var sera væl spælt.
Upphavsmaðurin til hetta álopið var Heðin á Lakjuni, sum í vinstru síðu nakað framman fyri miðlinjuna vann eina takling og síðani spældi fram til Símun Joensen, ið sendi inn fyri málið til ein frían Gunnar, sum stóð rættiliga fríur við aftaru stong, har hann tamdi og skoraði flott við vinstrabeini vinstu megin málmannin.
Eftir hetta hevur KÍ fleiri góð álop. B71 hevði eisini onkra einstaka álopsroynd hesar løturnar, men einki at skriva heim til Sandoyar um.
Í 35. og 36. minutti hevur KÍ til dømis heili 3 hornaspørk upp í slag, sum tó ikki geva nakað av sær, men so koma 3 fyri KÍ vánaligir minuttir, sum B71 fær fulla úrtøku burturúr.
Á miðjum vølli KÍ megin miðlinjuna roynir KÍ-verjan at rudda burtur, men tað miseydnast. Tað verður sagt at vera ein gylt regla, at tá annar miðverjuleikarin fer fram og satsar við t.d. eini takling, so skal hin halda seg aftanfyri sum ein eyka trygd, men tann taktikkurin eydnaðist ikki í hesum føri, og tað útnytta Clayton Soares og Eli Hentze, sum næstan liggjandi niðri fær sparka fram til Clayton, sum um um brotsteigarmarkið skjýtur bóltin í einum bleytum boga upp um ein prísgivnan Meinhardt Joensen, sum kemur upp á millumhond.
2-1, og B71 hevur fingið blóð á tonna.
KÍ roynir at svara aftur. Í 39. minutti verður Leon sendur avstað í høgru, har hann spælir væl innfyri til Símun, men skotið fór við síðuna av málinum.
Í 40. minutti vinnur B71 horna, sum verður sent innfyri KÍ-málið, har Clayton Soares enn einaferð fær pláss til at sveiggja sítt vinstrabein, og enn einaferð situr bólturin í KÍ-málinum.
Hesa ferðina stóð vandamikli áleyparin alt ov fríur. Her var ov leyst ansa í KÍ-verjuni.
Eftir hetta hevur KÍ onkur álop, men liðið tykist vera uppsteðgað av málunum hjá B71. Teir royna at byggja upp álop, men nú er einki veruligt bit í longur.
B71 hevur hesa løtuna yvirvág í vandamiklum álopum. Til dømis rívur Eli seg leysan nakað framman fyri miðjuna, spælir flott kombinationsspæl og vinnur hornaspark, og nakað seinni er trímálsskjúttin í Gundadali um at verða leysur framman fyri KÍ-málið, men Heðin fær forðað honum.
Ein rótutur
2. hálvleikur
Leikliga var 2. hálvleikur eitt vónbrot.
B71 byrjaði eitt sindur betur, men sum tíðin leið løgdu teir seg alt longur aftur á vøllin, serstakliga eftir, at teir høvdu skorað til 3-2, sum eisini væl skiljandi er.
Í fyrra hálvleiki hevði B71 fleiri innkast enn KÍ, men í seinna var øvugt, og nógvu innkastini merktu dystin.
Teir 572 gjaldandi áskoðararnir vóru eisini vitni til ein ótryggleika í KÍ-verjuni hesa løtuna. Tað var sum um, at fjáltur var komið á klaksvíkingarnar av teimum báðum skjótu B71-málunum áðrenn steðgin.
Eisini í seinna hálvleiki hevði KÍ fleiri álopsroyndir enn B71, sum hagtølini eisini vísa, men nú var munurin bara tann, at KÍ kom ikki til fleiri skot á mál enn B71. Broddurin var líkasum farin av tí nú heldur bangna og varna heimaliðnum.
Heilt galið bleiv tað í 64. minutti. Símun er sera sera óheppin og eisini óskettin, tá hann nakað aftan fyri miðjuna verður pressaður av Wellington hjá B71, sum fær nápað bóltin frá Símuni og síðani setur kós ímóti KÍ-málinum.
Av tí at KÍ her var á veg fram, var einki fólk beint aftan fyri Símun, og áðrenn verjan fær byrgt fyri, meddar Wellington til eitt gott langskot, og bólturin situr í málinum dygst úti við vinstra stólpa.
2-3!! – uha!
Innskiftararnir
munaðu nakað
7 minuttir eftir 3-2 málið, í 71. minutti, varð Oddmar á Lakjuni settur inn fyri Høgna Madsen, sum hevði fingið eitt gult kort og tí kanska var í vanda í so máta, tí nú stóð nógv á, og menn stríddust um hvønn bólt.
Oddmar sá út til beinanvegin at seta eitt sindur av lív í KÍ spælið fram eftir vøllinum, og tað trongdi til, tí har var ov lítið initiativ tann vegin.
Til dømis fekk KÍ sítt fyrsta hornaspark í 2. hálvleiki ikki fyrr enn í 76. minutti.
Í 2. hálvleiki spældi KÍ samanumtikið ikki góðan fótbólt. Har bleiv nokkso nógv sparkar frameftir ella upp á tvørs, og tá so B71 legði seg aftur á vøllin, bleiv uppgávan ikki lættari.
Tá 10 minuttir restaðu kom Harley Bertholdsen inn á høgra vong fyri Chris Cerroni, sum aftur hendan dystin bleiv anonymur í 2. hálvleiki, og Kristoffur Jakobsen kom inn fyri Gunnar á høgra vongi.
Nýggju kreftirnar munaðu eisini eitt sindur. Eitt nú vunnu teir eitt hornaspark í 83. minutti, sum Harley sendi innfyri, har 2 royndir vórðu gjørdar ímóti málinum, tann seinna av Oddmari, sum rakti í ein trunka av B71-arum.
Tað heila mundi verða avgjørt í 85. minutti, tá B71 fór í skjótálop, og Meinhardt kiksaði eitt spark uttan fyri brotsteigarmarkið, bólturin fór beint upp og niðuraftur til ein B71-ara, sum skeyt, men Meinhardt gjørdi skaðan góðan aftur við eini super fótparadu. Annars hevði tá staðið 3-1 til gestirnar, og dysturin hevði verið avgjørdur.
Dómarin legði 5 minuttir afturat vanligu leiktíðini, sum eisini var í ordan, tí B71 høvdu brúkt fleiri høvi til at liggja leingi á vøllinum í sambandi við fríspørk – serstakliga útlendingarnir.
Tey flestu mundu havt givið skarvin yvir, men so gjørdi Paul Clapson sítt higartil í ár týdningarmesta mál fyri KÍ til seinast í yvirtíðini og gjørdi seg harvið til dagsins KÍ-leikara.
Uppspælið til málið áttu miðverjarnir báðir. Jan Andreasen sendi bóltin langt fram í B71-brotsteigin, har Kaj Ennigarð skallaði til Paul, sum skoraði fram við tí framstormandi málmanninum, og ein minutt seinni var dysturin av!
3-3 var nógv frægari enn 2-3 – thank you, Paul!!




