Rannvá Andreasen gjørdi 4 mál, og Malena Josephsen, Elsa Maria Simonsen, Vivian Bjartalíð og Una Olsen skoraðu hvør sítt, tá KÍ-kvinnur enn ein stórsigur, hesa ferð 8-1 á B68, sum undan hesum dystinum bara hevði vunnið í landskappingini, har liðið er nummar 2 !!!! Tað sigur ikki so lítið um styrkina hjá KÍ í ár !!!
Maibritt Olsen hjá B68 var kvinnan, sum fekk heiðurin at skjóta fyrsta málið ímóti suverena KÍ-liðnum, men hetta hendi altso ikki fyrr enn í sjeynda landskappingardystinum hjá KÍ, tvs. eftir áleið 600 minuttir!!!
Við hesum er støðan í landskappingini henda:
1) KÍ 7 7-0-0 68-1 21
2) B68 7 6-0-1 28-12 18
3) HB 6 5-0-1 35-6 15
4) B36 7 3-2-2 18-16 11
5) GÍ 7 3-1-3 21-20 10
6) EB/St. 6 2-0-4 7-32 6
7) AB 7 1-0-6 3-32 3
8) FSV 6 0-1-5 5-35 1
9) Sumba 5 0-0-5 0-31 0
Næsti dystur hjá KÍ er ímóti HB í Havn tann 9. juni.
Toppskjúttar í 1. deild, kvinnur:
Rannvá B. Andreasen KÍ 24 mál
Malena Josephsen KÍ 19 mál
Halltóra Joensen HB 15 mál
Vivian Bjartalíð KÍ 10 mál
Maibritt Olsen B68 9 mál




