Peningur er ikki tøkur til at hava fýra, ístaðin fyri tveir skiparar í starvið og tí verður tað óivaå landskassin, sum fíggjar friðin á SSL
Umframt eykakostnað í samband við stjóraskiftið á stovninum skal SSL nú eisini gjalda fyri tveir skiparar afturat – men hetta verður alt gjørt fyri at finna ein friðarligan enda á rokinum um starvsetanirnar á Smyrli – siga keldur á SSL fyri Norðlýsinum.
Sum Norðlýsið skilir hevur leiðslan á SSL fingið loyvi frá fíggjarmálaráðnum og løgmansskrivstovuni til tann leistin sum nú verður lagdur fyri dagin.
Tað tykist tó rættuliga vist at tøkur peningur ikki er at finna á stovninum sjálvum – og tí verður tað í seinasta enda landskassin sum kemur at fíggja friðin á SSL.




