Við at forskatta pensiónir tekur landskassin ikki bara frá framtíðar ættarliðum. Hann tekur eisini frá landsins kommunum
Við at forskatta pensiónir tekur landskassin ikki bara frá framtíðar ættarliðum. Hann tekur eisini frá landsins kommunum
Sitandi samgonga brennir ljósið í báðum endum: Hon brúkar skattin frá teimum, sum HAVA rindað inn til pensión og nú fáa hana útgoldna – OG hon brúkar skattin frá teimum, sum nú rinda inn til pensiónina.
Verandi ættarlið fær – og brúkar – dupulta skattainntøku, men komandi ættarlig onga inntøku fær. Vit stjala snøgt sagt pengarnar hjá okkara egnum børnum.
Men nýggja eftirlønarlógin er eisini stuldur úr kommunukassunum!
Sbrt. § 12, stk. 2 í eftirlønarlógini skulu tað rindast 40 % í eftirlønarskatti til landskassan av inngjøldunum til eftirlønarsamansparing. Harvið far landið allan skattingina av pensjónum í mun til áður, tá ið tær líðandi veitingarnar (lutaeftirløn og lívrenta) vóru skattaðar við útgjaldi og sum vanlig a-inntøka.
Sum dømi kann nevnast, at hevði ein privatpersónur spart 1 mió upp í lutaeftirløn sum bleiv útgoldin eftir 10 árum, so fekk kommuna hansara kr. 14.175 um árið ella kr. 141.750 tilsamans av teirri uppspardu milliónini. Nú fær hon einki. Hetta kemur at merkjast í kommunukassunum!
Kravd uppsparing til landsins besta?
Landið, ið nú krevur, at tú sum lønmóttakari rindar 1 % av tíni inntøku í eftirløn (sum so hækkar 1 % árliga til endaliga at verða 15 % í 2028) fer hervið avstað við allari skattakøkuni og kommunurnar sita eftir við sviðið soð. Saman við kravinum um kravda uppsparing krevur landið eisini, at minst 85 % (sbrt. § 9, stk. 2, punkt 1-3 í eftirlønarlógini) skal gjaldast út sum lutaeftirløn og lívrenta. Hetta eru framtíðar skattainntøkur, ið ið kommunan ongan lut far í.
Hetta verður enn meira órímiligt tá hugsað verður um, at løgtingið hevur lagt uppskot fram um, at flyta eldraøki til kommunurnar at umsita.
Hvør logikkur er í at taka pensjónsskattin frá kommununum, og samstundis krevja, at kommunurar taka sær av tí hækkandi talinum av pensiónistum?
Tróndur Sigurðsson
Næstformaður í Fíggjarnevndni




