Tuberklar eru fyri stuttum staðfestir í Streymoynni og í Suðuroy. Talan er fyribils um trý fólk, eitt pinkubarn og mamman í Sreymoy og eitt smábarn í Suðuroy.
Tíðindabræv um tuberklar
Tuberklar eru fyri stuttum staðfestir í Streymoynni og í Suðuroy. Talan er fyribils um trý fólk, eitt pinkubarn og mamman í Sreymoy og eitt smábarn í Suðuroy.
Medisinska deild á Landssjúkrahúsinum hevur um hendi kanning og viðgerð av fólki, tá ið talan er um tuberklar. Somuleiðis tekur Medisinska deild sær av sporing av smittu og tiltøk í hesum sambandi í samstarvi við smittuverjufrøðingin í Føroyum. Í løtuni eru trý fólk í viðgerð, meðan illgruni er um sjúku hjá einum, ið framvegis verður kannað.Smittuverjufrøðingurin ger saman við læknunum á Medisinsku deild meting av, hvørji kunnu verða smittaði og skulu kannast nærri í hesum sambandi.
Tuberklabakterian kann setast í fleiri yrkisgøgn, men tað er bert lungnatuberklar, ið smitta.
Eitt fólk við ikki viðgjørdari lungnatuberklasjúku kann smitta, tá ið tað harkar og hostar slím upp.
Tað er fyrst og fremst fólk í húskinum, ið verða smittaði. Røsk fólk eru ógvuliga mótstøðufør móti smittu, men er ein heilsuliga veikur, er lættari at blíva smittaður. Eru 100 fólk í smittuvanda, verða umleið 30 smittaði. Men millum hesi 30 vilja bert ein til tveir persónar fáa tuberkulosu innan 1 til 2 ár, og afturat hesum vilja 1 til 2 persónar seinni fáa tuberkulosu. Tvs. at millum 100 persónar, ið verða fyri smittu við tuberkulosu fáa bert 4 sjúkuna. Restin fær ongantíð tuberkulosu.
LES FRÁBOÐAN FRÁ LANDSLÆKNANUM HER! (PDF)




