Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Landsliðskreppa í KÍ

Jákup Ósá

Støðan hjá KÍ í landsliðshøpi er ikki góð í løtuni. KÍ eigur bara ein av Føroya bestu 47 leikarum seinasta árið.

Tá Føroyar vunnu søguligan sigur í Grikkalandi 14. november, so var merkisvert, at millum teir 21 leikararnar í hópinum var eingin úr KÍ. Páll A. Klettskarð var skaddur og tí ikki uppá tal at vera úttikin. Men spurningurin er so, hvussu KÍ hevur verið umboðað á landsliðnum seinastu tíðina í mun til onnur feløg?

1 av 47

Norðlýsið hevur gjørt eina kanning av landsliðsstøðuni hjá KÍ. Og tað er lítið hugaligur lesnaður. Av seinastu 47 landsliðsleikarunum, sum eru úttiknir til undankappingar- ella vinardystir er bert ein úr KÍ. Hetta svarar til áleið 2 %. Hetta umfatar eitt tíðarskeið aftur til úttøkuna móti Kasakhstan 6. september í 2013. Ein tulking, sum kann leggjast í hetta, er, at burtursæð frá Páll A. Klettskarð, so er ein landsliðsúttøka langt burtur hjá øllum hinum leikarunum. 

Leikararnir

Niðanfyri er listin yvir 47 teir seinastu landsliðsleikararnar, sum eru úttiknir til undankappingardystir og venjingardystir. Leikarin er skrásettur til felagið, sum hann spældi við, tá hann seinast bleiv úttikin til landsliðið. 

Gunnar Nielsen, (Motherwell) 

Teitur M. Gestsson, (HB) 

Tórður Thomsen, (B36) 

Jónas Tór Næs, (EB/Streymur) 

Viljormur Davidsen, (Vejle BK) 

Atli Gregersen, (Víkingur) 

Sonni Ragnar Nattestad, (AC Horsens) 

Odmar Færø, (B36) 

Hanus Jacobsen, (Víkingur) 

Fróði Benjaminsen, (HB) 

Gilli Sørensen, (AaB Ålborg) 

Pól Jóhannus Justinussen, (NSÍ) 

Róaldur Jakobsen, (B36) 

Kaj Leo í Bartalsstovu, (Levanger FK) 

Christian Lamhauge Holst, (Fremad Amager) 

Hallur Hansson, (Víkingur) 

Brandur H. Olsen, (FC København) 

Sølvi Vatnhamar, (Víkingur) 

Klæmint A. Olsen, (NSÍ) 

Arnbjørn Hansen, (EB/Streymur)

Jóan Símun Edmundsson, (HB)

Hørður Askham, (B36)

Alex Mellemgaard, (B36)

Hans Jørgen Djurhuus, (Víkingur)

Bárður Hansen, (Víkingur)

Ari M. Jónsson, (Silkeborg)

Finnur Justinussen, (Víkingur)

Páll A. Klettskarð, (KÍ)

Heini Vatnsdal, (HB)

Levi Hanssen, (HB)

Hans Jørgensen, (HB)

Jóhan T. Davidsen, (HB)

Rógvi Balvinsson, (Ålgård)

Christian Mouritsen, (HB)

Gunnar Haraldsen, (HB)

Karl Løkin, (ÍF)

Kristin R. Mouritsen, (HB)

Dánjal á Lakjuni, (ÍF)

Kristian Joensen, (NSÍ)

Erling Jacobsen, (Víkingur)

René S. Joensen, (Brøndby)

Daniel Udsen, (FC Helsingør)

Símun Rógvi Hansen, (AB)

Rói Danielsen, (AB)

Súni Olsen, (B36)

Símun Samuelsen, (HB)

Leif Niclasen, (EB/Streymur)

HB flestar leikarar

Omanfyri eru leikararnir skrásettir til felagið, har teir spældu við seinast, tá teir teir blivu úttiknir á landsliðið. Tí er Hans Jørgensen t.d. skrásettur í HB, hóast hann í ár spældi við AB og B68. Hyggja vit so eftir, hvat felag hevur flest leikarar úttiknar hesi seinastu árunum, so er tað HB, har 11 leikarar eru úttiknir. Aftanfyri koma Víkingur og B36. Einastu liðini, sum eru verri umboðað enn KÍ eru liðini, sum eru flutt niður í 2013 og 2014.

1. HB 11 leikarar

2. Víkingur 8 leikarar

3. B36 6 leikarar

4-5 NSÍ 3 leikarar

4-5 EB/Streymur 3 leikarar

6-7 ÍF 2 leikarar

6-7 AB 2 leikarar

8. KÍ 1 leikara

Uttanlands: 11 leikarar

Tilsamans: 47 leikarar

Harleywoodpaint