Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Landsliðsmálverji hevur ongan sáttmála næsta ár

Jákup Ósá

Teitur M. Gestsson úttalar seg um næsta ár.

Teitur M. Gestsson úttalar seg um næsta ár.

Teitur M. Gestsson hevur síðani 2011 vart málið hjá besta liðnum hjá HB. Bæði í 2013 og 2014 bleiv hann valdur til ársins málverja í bestu deildini og í fleiri ár hevur hann verið partur av A-landsliðnum.

Enn hevur Teitur M. Gestsson ikki gjørt nakran sáttmála fyri 2018. Hann hevur ikki tosað við HB enn, men tað verður fyrsta felagið, sum hann tosar við um næsta ár.

– Eg havi ikki sáttmála næsta ár og havi ikki tosað við HB enn. Men tað geri eg fyrst, áðrenn eg taki støðu til 2018, sigur Teitur M. Gestsson við Norðlýsið.

25 ára gamli Teitur M. Gestsson er skrásettur fyri 168 dystir í Effodeildini.