Andreas F. Hansen, A-landsliðsvenjari í kvinnuhondbólti, hevur góðar vónir til landsdystirnar í Klaksvík um vikuskiftið.
Í summar spældi kvinnulandsliðið í EM undankapping í Bulgaria og um eitt ár er HM undankapping á skránni. Sum liður í hesum fyrireikingunum spælir kvinnulandsliðið tveir venjingardystir móti Stórabretlandi um vikuskiftið. Dystirnir vera spælir í Klaksvíkar Badmintonhøll leygardagin og sunnudagin kl. 16.00.
Málið er at vinna
Andreas F. Hansen er landsliðsvenjari og hann sigur, at hann veit lítið um mótstøðuliðið.
– Stórabretland er í somu fasu sum vit, har eitt lið verður bygt upp. Stórabretland var við í OL í 2012, men frá tí liðunum eru bara tríggir leikarar við nú. Eins og hjá okkum, so verður stórur dentur lagdur á ungdómslandsliðini. Vit kenna annars ikki so nógv til teirra lið, men okkara mál er heilt greitt at vinna dystirnar, men hvussu realistiskt tað er vita vit ikki, sigur Andreas F. Hansen.
Byggja fram ímóti HM undankappingini
Føroyska liðið skal luttaka í HM undankapping um eitt ár og tað er fram ímóti hesum, at kvinnulandsliðið arbeiðir.
– Vit byggja á liðið, sum luttók í EM undankappingini í summar. Tað eru nógvar av teimum somu leikarunum sum eru við og systemir o.a. sum vit brúka í dystum líkist nógv hesaferð. Vit hava verið saman fýra ferðir seinastu tíðina, tá trupult hevur verið at samlast, tí so nógvir dystir hava verið í heimligu kappingini. Okkara spælistílur er rættuliga krevjandi, tí okkara leikarar eru í miðal ikki eins høgir sum flestu av mótstøðuliðunum. Tað ger, at vit mugu spæla skjótt. Í verjuspælinum dekka vit offensivt og spæla annars ágangandi. Hetta er ein krevjandi spælistílur, so tað ger, at vit brúka nógvar leikarar og skifta nógv út, sigur landsliðsvenjarin við Norðlýsið.
Hann heldur, at tað er trupult at samanbera støðið á kvinnuhondbólti í Føroyum nú samanborið við fyrr, men greitt er, at føroysku leikararnir venja meira enn áður og hava serligt fokus á fysiska partin.
Fýra feløg umboðað
Í landsliðshópinum eru 15 av 17 leikarum úr teimum fýra feløgunum Neistanum, Kyndli, VÍF og StÍF. Andreas heldur, at ynskiligt hevði verið, at øll feløg vóru umboðað.
– VB hevur ein leikara við, men har vóru fleiri aðrar úttiknar í bruttohópin, men tær góvu avboð. Hjá Stjørnuni hava vit eisini havt leikarar við til venjingar, men hava mett, at tær eru ov ungar til A-landsliðið enn. Men Stjørnan hevur fleiri leikarar á U17 og U19 landsliðnum og mennast tær skjótt, so kunnu teir koma uppá tal kanska longu til HM undankappingina um eitt ár. Men burtursæð frá Stjørnuni, so eru øll hini feløgini í bestu deildini umboðað, sigur Andreas F. Hansen.




