Flogvøllurin skal leingjast og privatir sleppa at byggja Skálafjarðartunnilin.
Samfelagsíløgur
Grundstøðið undir búskapinum er framleiðsluvirðið í landinum. Politiska endamálið við fíggjar- og búskaparpolitikkinum er at geva øllum borgarum javnbjóðis møguleikar, at vælferðin hjá føroyingum verður ment, at samfelagnum verður tryggjað eitt trygt støði fyri menning og sjálvbjargni, at neyvt samsvar verður millum privat og alment fyritaksemi og íløgur, og at vinnuni verður tryggjað kappingarføri.
Við verandi búskaparstøðu er neyðugt, at tað almenna ger íløgur, ið kunnu vera við til at seta gongd á virksemið kring landið.
Fimm tær tyngstu íløgurnar fyri samfelagið eru hesar:
• Landssjúkrahúsið: Hildið verður fram við út- og umbyggingini av Landssjúkrahúsinum.
• Skúladepilin í Marknagili: Endalig byggiskrá, kostnaðarmeting og fíggingarháttur verða gjørd, so arbeiðið upp á skúlan kann byrja sum skjótast.
• Flogvallarviðurskiftini: Ætlanin um at leingja flogvøllin verður framd, eins og kanningar viðvíkjandi alternativum flogvallarmøguleikum halda fram.
• Sandoyartunnilin: Arbeitt verður víðari við verkætlanini at gera fast samband um Skopunarfjørð herundir við at finna fíggingarleist. Tá liðugt er at gjalda til Norðoyatunnilin næsta ár, verður samsvarandi árlig upphædd flutt til Sandoyartunnilin, og farið verður í gongd í 2011.
• Skálafjarðartunnilin: Farið verður undir samráðingar við privata felagið um at gera Skálafjarðartunnil.




