Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Landsstýri skal greiða Føroya Rætti og Umboðsmanninum frá Makrelbýtinum

John William Joensen

Makrelbýti sum Landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum gjørdi í 2012 er kært til Løgtingsins Umboðsmann og Føroya Rætt og sambært advokati kann makrelbýti koma at kosta landinum dýrt fáa kærarnir viðhald

Tað var tann 7. Mars í 2012 at Høgni Mohr og Tróndur Høgnason sendu fiskimálaráðnum umsókn um at fáa part av makrelkvotuni undir Føroyum. “…nøgdin, vit kundu hugsað okkum er 200 tons…” skrivaðu teirbáðir í upprunaligu umsóknini.

Tann 9. Juli svarar Fiskimálaráðið at “… sambært § 12 í lógini um vinnuligan fiskiskap eru tað bert persónar og feløg, sum eiga fiskifør, ið hava veiðiloyvi sambært § 5, stk, 3 í lógini um vinnuligan fiskiskap, sum kunnu fáa rættindi sambært §5, stk. 4-9 i somu lóg – ta er at fáa fiskiloyvi og rættindi at fiska….”.

Kennir seg verða fyri mismuni.

Í telduposti til Fiskimálaráðið tann 4. August 2012 skriva Høgni Mohr og Tróndur Høgnason at teir kenna seg verða fyri mismuni og um ikki fiskimálaráðið broytir støðu verður ráðið stevnt eftir endurgjaldi. Eisini verður boða frá í teldupostinum at málið verður sent løgtingsins umboðsmanni.

Fiskimálaráðið endurtekur í svarskrivið tann 11. September 2012 at um umsøkjararnir ikki kunnu vísa á at teir eiga skip ella bát so fær ráðið ikki gingið umsóknini á møti. Eftirfylgjandi bleiv málið kært til løgtingsins umboðsmann.

Kærdi til løgtingsins Umboðsmann

Eftir at Høgni Mohr hevði kært Fiskimálaráðið segði Sólja í Ólavsstovu, løgtingsins umboðsmaður at hon ikki kundi viðgera málið, tí landsstýrismálanevndin var júst í ferð við at kanna líknandi mál.

(RED: Nordlysid Tann 6. februar 2013)

– Vit hava sent málið til hoyringar fyri at kanna sjálva viðgerðina av málinum, men um Landsstýrismálanevndin ferð at viðgera kæru um bíti av makrelkvotuni er løgtingsins umboðsmaður fráskorðin frá at viðgera kæruna frá Høgna Mohr og Tróndur Høgnason.

– Tá landsstýrismálanevndin er omanfyri umboðsmannin ber ikki til hjá okkum at viðgera málið – heldur ikki aftaná at landsstýrismálanevndin er komin til eina niðurstøðu.

– Eg taki ikki endaliga støðu fyrr enn eg havi lisið niðurstøðuna sum landsstýrismálanevndin kemur til. Men um Landsstýrismálanevndin tekur støðu til sjálvt málið so eru vit fráskorðin frá at viðgera málið eftirfylgjandi.

Málið kann gerast drúgt

Eftir samrøðuna við Løgtingsinsumboðsmann í Norðlýsinum avgjørdi landsstýrismálanevndin at steðga við viðger av kæru sum formaðurin í Tjóðveldi, Høgni Hoydal, hevði sent nevndini um somu tíð, har kært verður um fyrisitingina av makrelfiskiskapi fyri 2012 – soleiðis at umboðsmaðurin kundi fara inn í málið.

Síðani boðaði løgtingsinsumboðsmaður frá at stovnurin viðgjørdi kæruna.

Hetta er eitt sera trupult mál sum óivað kemur at taka drúgva tíð at kanna. Vit hava ikki møguleika at seta løgfrøðingar burtur av til at kanna slík mál. Samstundis sum arbeitt verður við øðrum málum arbeiða vit við at kanna makrelbýti og tá talan er um eitt sera umfatandi mál tori eg ikki at meta um nær ein niðurstøða er vantandi, segði  Sólja í Ólavsstovu í samrøðu við Norðlýsið í seinastu viku.

Føroya Rættur eisini viðgera makrelbýti

Landstýrið skal ikki einans standa til svarts yvir fyri Løgtingsinsumboðsmanni tí tann 27. Apríl skrivaði Norðlýsið at P/F Líraberg við Óla Jacobsen hevur stevnt landsstýrinum og krevur at rætturin staðfestir at tað var skeivt av Fiskimálaráðnum at nokta fiskiførum undir 110 tons eina makrelkvotu undir einum. (Les meira um tað málið her: http://www.nordlysid.fo/pf+liraberg+stevnt+fiskimalaradnum.html )

Kann koma landinum aftur um brekku

Advokatur sigur við Norðlýsið at tað er trupult at ímynda sær at løgtingsins umboðsmaður kemur til aðra niðurstøðu enn at talan er um eina politiska avgerð sum eingin fær gjørt nakað við. Men staðfestir Løgtingsins Umboðsmaður ella Føroya Rættur at býti er ikki í tráð við galdandi lóg kann talan verða um stórar upphæddir í endurgjaldi til tey sum hava verið fyri vanbýti.

Í seinasta enda er tað Landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum sum hevur evstu ábyrgd av býtinum og tí kann ein politisk avleiðing verða eitt misálit frá løgtinginum á landsstýrismannin.

Hóast býti er úrslit av einari politiskari avtalu er tað landsstýrismaðurin einsamallur sum stendur við endan.

Harleywoodpaint