Tað var greitt longu áðrenn 2. viðgerð at suðuroyar tingmennirnir í samgonguni ikki fóru at taka undir við uppskotinum um tað ógvusligu skerjing, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum legði upp til. Tí varð var neyðugt hjá landsstýrinum at slaka, og endin var at semja varð um at eina skerjing, sum liggur um 7,5%.

Politiskt gevur viðgerin um fiskidagar eina greiða ábending um hvussu spjødd samgongan er í samband við fiskivinnupolitikkin og tað er eingin ivi um at tað verða nakrar sera torførar samráðingar fyri framman, tá ein nýggjur fiskivinnupolitikkur skal fremjast. Samgongan verður noydd at fáa eina semju við andstøðuna um eina nýggja skipan, tí partar av samgonguni standa vinnupolitiskt nærri andstøðuni enn tí, sum eitt nú landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum stendur fyri.