Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Landsstýrið fyrireikar seg til Brexit

Danial Viðoy

Kristina Háfoss hevur verið á fundi við norðurlendsku starvsfelagarnar.

Kristina Háfoss hevur verið á fundi við norðurlendsku starvsfelagarnar.

Tað skrivar Fíggjarmálaráðið.

Brexit og búskaparpolitikkurin í ymisku norðurlondunum vóru millum høvuðsevnini á árliga fundinum millum norðurlendsku fíggjarmálaráðharrarnar í Helsinki í dag. Eisini var integratión av tilflytarum til umrøðu.

Kristina Háfoss vísti á, at Landsstýrið ger alt fyri at verða væl fyrireikað, nú Bretland fer úr ES-samstarvinum. Bretland er okkara næsti granni og bondini millum londini eru tøtt. Stórur samhandil er við Bretland og samstarvið á fiskiveiðiøkinum er av stórum týdningi fyri Føroyar. Hesi viðurskifti eru í dag skipað í avtalum við ES. Nú Bretland fer úr ES, má samstarvið skipast av nýggjum, og hóast hetta hevur avbjóðingar við sær, kann tað eisini vísa seg at hava møguleikar við sær fyri Føroyar, segði Kristina Háfoss millum annað.

Viðvíkjandi búskaparpolitikkinum, so roynir landsstýrið at hava lágan útreiðsluvøkstur og at halda aftur í almennu íløgunum nú tíðirnar eru góðar. Samtíðis verður framt eitt miðvíst nýskipanararbeiði fyri at tryggja samfelagið frameftir. Her nevndi landsstýriskvinnan m.a. pensjónsnýskipanina og nýskipanina av fiskivinnuni.

Harleywoodpaint