Nógv umrøddi 3-mannabólkurin undir fíggjarmálaráðnum hevur í fleiri førum viðgjørt umsóknir frá Kongshavnar Útgerðarfelag og landskassin kravdi allar 41 milliónirnar aftur frá Kongshavnar Ùtgerðarfelag tann 24. mars 2006
Tvingsilssølan av Napoleon var tann 24. mars kl 13:30 og í skjalatilfarið, sum vit hava fingið innlit í frá Fiskimálaráðnum stendur at Landskassin gjørdi kravið á 41.453 milliónir krónur galdandi.
Hetta váttar baði advokaturin hjá Fiskimálaráðnum og Bjørn á Heygum advokatur og nevndarlimur í Kongshavnar Útgerðarfelag (bræv 29. september 2006).
Napoleon bleiv seldur á tvingsulsølu tann 24. mars 2006 til Føroya Spariakssa fyri 6,3 milliónir – sum júst var nóg mikið at rindað sjóveðið.
Í skiftirættinum hendan dagin umboðaði Poul Hansen, advokatur, Føroya Landsstýri og gjørdi krav landskassans á 41.453 mill. kr. galdandi móti felagnum.
Nógv samskiftið millum partarnar.
Málið um Napoleon er ikki nýtt og sera nógv samskiftið hevur verið millum starvsfólk í Fiskimálaráðnum, løgfrøðingar, aðalskrivara, og landsstýrismenn um ymisk viðurskifti í Kongshavnar Útgerðarfelag.
Harafturat hava nevdarlimirnir í 3-mannanevndini (Annfinn V. Hansen, Juianna Klett og Sjúrður Horsdal) verið á fundum við Tórbjørn Jacobsen og Bjørn á Heygum, táverandi stjóra og nevndarlim í Kongshavnar Útgerðarfelag – um júst landskassaveðhaldið.
Eisini hevur beinleiðis samskiftið (teldupostir) verið í 2005 millum núverandi landsstýrismannin í Fiskivinnumálum og Bjørn á Heygum og limirnar í 3-mannanevndini um landskassaveðhaldið.
Vildu hava landsstýri í løgtingið við serlóg
Mánaðarnar upp undir tvingsulsøluna er sera nógv samskiftið (brøv, teldupostir, telefonsamrøður) millum táverandi stjóran – Tórbjørn Jacobsen – nevdnarlimin og advokatin – Bjørn á Heygum – og fiskimálaráði
Í telduposti til Katrin Michalelsen tann 23. februar kl. 17:39 skrivar Bjørn á Heygum at nú hevur málið skund.
"…… Eg fái ikki samband við fiskimálaráðharran sjálvan at viðgerða støðuna hjá rækjutrolaranum Napoleon. Kanst tú tískil okkara vegna spyrja fiskimálaráðharran beinanvegin um vit ikki kunnu fáa at vita um nakað uppskot verður lagt fyri tingið, sum gevur landinum heimild at víkja fyri einum hóskandi rakstrarláni í skipinum, so vit kunnu fáa hetta endurfíggjað og harvið fáa skipið aftur til fiskiskap.
Úrslitið er, at tað er Fiskimálaráðið sum nú einsamalt avgerð um skipið skal fara á tvingsilsølu ella ikki. Fer skiið á tvingsilsølu er úrlitið mest sannlíkt, at øll trygd hjá landinum hvørvur og at skipið fer úr flotanum.
….. tað er nú bert Fiskimálaráðharrin sum kann taka støðu til hvørt skipinum skal vera lív lagað ella ikki…."
Mánaðar eftir at skipið er selt í skiftirættinum søkir Kongshavnar Ùtgerðarfelag – sum nú einki skip eigur – um at fáa veðhaldið flutt yvir á annað skip??
1 ár eftir at umsóknin er send landsstýrinum viðmælir ein bólkur undir landsstýrinum umsóknina og sigur m.a. at tað er í lagið at veðhaldið kann heingjast uppí skip – sjálvt um viðrið á skipinum ikki stendur mát við landskassaveðhaldið??
Nevndin sigur seg eisini ivast í um felagið skyldar landskassanum pening yvirhøvur???
3-mannanevndin ymiskar niðurstøður
Hóast 3-mannanevndin nú heldur tað verða í lagið at veðhaldið, sum upprunaliga hekk uppi í Napoleon (Ocean Castle) kann flytast í eitt hvørt annað skip og at tað ikki er so farligt við trygdini sum landskassin fær í pantinum – so hevði nevndin eina aðra støðu í 2005.
Tá skrivar nevndin at hóast Napoleon livdi upp til treytirnar fyri at fáa flutt veðhaldið, so var umráðandi at Landskassin ikki varð verri stillaður.
"Spurningurin um víking í Veðrættarstøðuni…… er tengdur at vanligu rættindunum og skyldunum sum landskassin hevur, sum lánsveitari og veðhavari í skipinum….. Ein møgulig tilsøgn um at víkja í hesum føri má tí fyrst og fremst grundast á støðu landskassans sum veðhavari…..!"
Hesa niðurstøðu komu Annfinn Hansen, Julianna Klett og Sjúrður Horsdal til tann 4. februar 2005, og er trupult at síggja hvussu hendan niðurstøðan kann samanberast við tað niðurstøðu – sum sama serfrøði kom til í seinastu viku.
EIK-BANKI og Tórbjørn
Hendingin, sum fór fram í 2005, tá Tórbjørn Jacobsen valdi at selja sær sjálvum partabrøvini, sum Kongshavnar Útgerðarfelag átti í Atlantic Petrolium hevur verið nógv umrøtt í fjølmiðlunum.
Sjálvur sigur landsstýrismaðurin at hetta var gjørt fyri at útvega felagnum likviditet.
Bert fáar mánaðar seinri hækka brøvini í viðri til tað tvífaldam.
Í niðurstøðuni í kanning av hesum málinum segði Føroya Løgmaður m.a. at Føroya Sparikassi ikki ynskti at keypa partabrøvini í Atlantic Petroleum frá Kongshavnar Útgerðarfelag í 2005 og at hetta vísti at eingin áhugið var fyri at keypabrøvini.
Í uppgerð, sum advokaturin hjá Kongshavnar Útgerðarfelag sendur Fiskimálaráðnum tann 6/9 – 2005 (um tað mundi partabrøvini verða seld) stendur at Kongshavnar útgerðar felag skyldar Føroya Sparikassa (EIK) tvey lán.
Annað er upp á 20,1 millión krónur og hitt er uppá 5,9 millión krónur.
Í ólavssøkurøðu løgmanns sama ár sigur Jóannes Eidsgaard at útlitini hjá Rækjuskipunum eru sera døpur.
Norðlýsið hevur spurgt leiðsluna í EIK um fíggjarstøðan hjá kongshavnar útgerðarfelag og útlitini hjá vinnuni, vóru orðsøk til at bankin ikki ynskti at lána felagnum meira pening – men leiðsla bankans hevur onga viðmerking.
– Eingin er omanfyri lógina – heldur ikki landsstýri, var einasta viðmerkingin frá bankanum.
—————————————-
Skjalatilfar:
Tann 29. september 2006
Skrivar advokaturin hjá Kongshavnar Útgerðarfelag bræv til fíggjarmálaráðið.
Í samband við at rækjutrolarin Napoleon varð seldur á tvingsilssølu í mars í ár fullu øll studningslánini í landskassanum til gjaldingar, tá øll skuldin í skipinum ikki var niðurskrivað um hetta mundi.
Undirritaði skal tískil, sum advokatur fyri eigaran av Kongshavnar Úgerðarfelag, søkja um, at tilsøgn verður veitt felagnum um at restsskuldin kann halda fram í øðrum fiskifari, sum felagið fer at gera eina roynd at útvega sær, um Fíggjarmálaráðið er sinnað at játta eina slíkari umsókn.
Viðmerkjast skal annars, at soleiðis sum fíggjarliga støðan er í løtuni, so eru oni útlit fyri at landskassin kann fáa nakran dekning fryi nevnda ágóða.
Úrslitið verður ivaleyst, at felagið fer á húsagang uttan at nakar dekningur verður til kreditorarnar.
Vil Fíggjarmálaráðið hinvegin ganga umsóknini á møti eru ávís útlit fyri at felagið kann yvirliva og halda fram við virksemi sínum.
Sæð í ljósinum av nevndu viðurskiftum og vónleysu útleitum um lánið ikki verður umlagt, vóna vit at Fíggjarmálaráðið kann ganga hesi umsókn á møti.
Tann 24. mars 2006
Poul Hansen advokatur hjá Fiskimálastýrinum skrivar til Fiskimálaráðið:
Á tvingsilssølu í dag kl. 13:30 yvirtók Føroyar Sparikassi bátin (Napolion) við boði uppá kr. 6.300.000,- sum júst var nóg mikið at rindað sjóveðið.
Tann 20. mars 2006
Skrivar Marjun Magnussen til Rógva Reinert og Bjørn Kalsø
Vit mugu taka eitt prát um hetta mál…..Tvingsilssølan verður fríggjadagi.
Tann 17, mars 2006
skrivar advokaturin hjá Kongshavnar Útgerðarfelag teldupost til Marjun Magnussen
… um ein váttan um at Fiskimálaráðið umboðandi Landskassaveðrættindini í skipinum …….respekterar ein nýggjan veðhavara, sum kemur inn á 1. veðrætt….Ætlanin er at fáa skipið umfíggjað m.a. vð einum láni úr Realinum upplá 25-26 mió. kr…..
Tann 23. februar 2006
Skrivar advokaturin hjá Kongshavnar Útgerðarfelag ein teldupost til Fiskimálaráðið:
Hetta hevur skund. Eg fái ikki samband við fiskimálaráðharran sjálvan at viðgerða støðuna hjá rækjutrolaranum Napoleon. Kanst tú tískil okkara vegna spyrja fiskimálaráðharran beinanvegin um vit ikki kunnu fáa at vita um nakað uppskot verður lagt fyri tingið, sum gevur landinum heimild at víkja fyri einum hóskandi rakstrarláni í skipinum, so vit kunnu fáa hetta endurfíggjað og harvið fáa skipið aftur til fiskiskap.
Úrslitið er, at tað er Fiskimálaráðið sum nú einsamalt avgerð um skipið skal fara á tvingsilsølu ella ikki. Fer skiið á tvingsilsølu er úrlitið mest sannlíkt, at øll trygd hjá landinum hvørvur og at skipið fer úr flotanum.
Onki annað skip kemur ístaðin og verður føroyski rækjuflotin tá einn eitt skip fátækari.
….. tað er nú bert Fiskimálaráðharrin sum kann taka støðu til hvørt skipinum skal vera lív lagað ella ikki.
Tann 22. februar 2006
skrivar Heðin Weihe á stjørnarskrivstovuni hjá Fiskimálaráðnum, til Poul Hansen, sum er advokatur hjá Fiskimálastýrinum:
Víst verður til skriv tyggara… har biðið verður um uppgerð av krav landskassans í skipinum.
Sum tað framgongur av viðlagda avriti av pantibrævi landskassans, var upprunaliga veðskuldin í Napoleon kr. 41.435.000,62.
Í bóhaldinum hjá gjaldstovuni er saldoin niðurskrivað til kr. 11.330.590,82.
Í § 5, stk. 1 í løgtingslóg nr. 26 frá 14. mars 1997 um umlegging av lánum v.m. hjá fjarfiskiflotanum er ásett, at um so er, at fiskifar, ið hevur fingið umlagt lán v.m. samb. §§ 2-4 skiftir eigara, áðrenn øll skuldin er niðurskrivað, fellur skuldin, heruppií tann parturin, sum er niðurskrivaður, til gjaldingar. Henda áseting er endurtikin í pantibrævinum.
Sambært pantibrævinum verður umlagda skuldin niðurskrivað yvir 15 ár frá 1998 at rokna.
Hetta merkir sostatt, at krav landskassans pr. tvingsilssøludagin er øll upprunaliga skuldin uppá kr. 41.435.000,62.
Tann 30. januar 2006
skrivar Sorenskrivarin í Føroyum bræv til Føroya Landsstýri c/o Fiskimálaráðið
Inkaldelse til tvangsauktionsmøde, vedrørende Tvangsauktion over fartøjet ”Napoleon” tilhørende P/F Kongshavnar Útgerðarfelag, efter anmodning frá Føroya Sparikasse.
Forberedende møde fredag den 10. mars 2006 kl. 13:30.
Tvangsuktions møde fredag den 24. mars 2006 kl. 13:30
(RED: Harafturat eru samrøður við løgfrøðingar og notatir frá telefonsamrøðum sum vit hava fingið avrit av – ikki endurgivin her.)




