Í meira enn tvey ár hevur Norðlýsið roynt at fingið innlit í hvussu stórar nøgdir av evnafrøðiligum evnum, alivinnan, við góðkenning frá heilsumyndugleikunum, hevur latið út á firðir og sund. Løgtingsins umboðsmaður hevur givið skarvin yvir, tí Heilsumálaráðið heldur fast um avgerð at nokta almenninginum innlit í hvussu stórar nøgdir verða sprændir út á einstøku firðirnar.
Í meira enn tvey ár hevur Norðlýsið roynt at fingið innlit í hvussu stórar nøgdir av evnafrøðiligum evnum, alivinnan, við góðkenning frá heilsumyndugleikunum, hevur latið út á firðir og sund. Løgtingsins umboðsmaður hevur givið skarvin yvir, tí Heilsumálaráðið heldur fast um avgerð at nokta almenninginum innlit í hvussu stórar nøgdir verða sprændir út á einstøku firðirnar.
Norðlýsið umrøddi stóru nýtsluna av evnafrøðiligum evnum hjá alivinnuni í eini greinarøð í 2014 og 2015. M.a. varð ein granskari á Umhvørvisstovuni siteraður fyri at siga, at í 2014 hevði føroyska alivinnan brúkt so stórar mongdir av evnafrøðiligum evnum, at tað var nokk til at drepa alt lív í Sundalagnum hálva aðru ferð. Sundalagið er vatnríkasta øki í landinum.
Eisini varð staðfest at Umhvørvisstovan, sum hevur eftirlit við umhvørvinum í Føroyum, ikki hevði atgongd til nøktandi skráseting og ei heldur visti hvussu nógv hvørt einstakt alibrúk í landinum brúkti av evnafrøðiligum evnum.
Tá Norðlýsið bað um upplýsingar frá Apoteksverkinum, var noktað okkum innlit og tann 10. November 2015 kærdi Norðlýsið avgerðina til Heilsumálaráðið.
Heilsumálaráðið spurdi síðani alivinnuna um teirra hugsan um at lata almenningnum innlit, og ein sameind vinna svarið eitt rungandi NOY. Heilsumálaráðið kom til somu niðurstøðu og tí var málið kært til løgtingssins umboðsmann.
Løgtingsins Umboðsmaður var ikki nøgdur við niðurstøðuna hjá Heilsumálaráðnum og heitti á ráðið um at taka málið upp til nýggja viðgerð og legði áherðslu á at ráðið átti at gera sína egnu niðurstøðu og gera egnar grundgevingar fyri, at avvísa at geva innlit. Um niðurstøðan var møguligur fíggjarligar avleiðingar fyri alivinnuna, kravdi lógin at ráðið útgreinaði fíggjarliga tapið og talan skuldi verða um ”munandi” fíggjarlig tap, fyri alivinnuna. Harafturat vísti løgtingsins umboðsmaður til, at eitt nú í Norra, hvørs alivinna er kappingarneyti hjá føroysku alivinnuni, fær almenningurin innlit í hesar upplýsingar.
Málið varð so tikið upp til nýggja viðgerð og enn einaferð var alivinnan biðin um at siga sína hugsan og heitti Heilsumálaráðið í hesum sambandi á alivinnuna um at koma við eini útgreining av fíggjarliga tapinum, sum alivinnan segði at hon fór at hava um innlit var givið.
Advokatarnir hjá alivinnuni komu enn einaferð við eini staðiligar áheitan á Heilsumálaráðið um ikki at geva innlit og men eingin fíggjarlig útgreining varð gjørd av fíggjarliga missinum, sum vinnan metti seg at fáa.
Heilsu- og Innlendismálaráðið heldur fast um avgerðina at nokta innlit, hóast Norðlýsið m.a. kann vísa á at í lógini um alment innlit stendur, at hædd skal einans verða tikið fyri ”innlendis kappingarføri” tá metast skal um eitt mál um alment innlit kann skaða kappingarføri.
Løgtingssins umboðsmaður gav skarvin yvir.
Tann 23. Mars 2017 kemur Løgtingsins umboðsmaður til tað niðurstøðu at stovnurin ikki fær gjørt meira við málið.
Løgtingsins umboðsmaður, sigur at tá Heilsu- og Innlendismálaráðið heldur fast við avgerðina, at nokta innlit, er tað meiningsleyst, at løgtingsins umboðsmaður enn einaferð sendur áheitan til Heilsumálaráðið um at viðgera málið av nýggjum. Tí er niðurstøðan tann at løgtingsins umboðsmaður fær ikki gjørt meira við málið.
Sum skilst er sera ivasamt um landsstýrismálanevndin hevði viðgørt eina møguliga kæru frá Norðlýsinum, tá Løgtingssins Umboðsmaður hevur slept málinum.
Eingin í løgtinginum hevur víst málinum áhugað, og hóast Norðlýsið hevur vent sær til landsstýriskvinnuna í Heilsu- og Innlendismálum, Sirið Steenberg, hevur heldur ikki hon hirt at svara okkum.
Um málið skal roynast í Føroya Rætti, kostar tað uttan iva nógvar pengar, og tí verður ójavnin millum partarnar í einum slíkum rættarmálið sera stórur.
Skjølini í kærumálunum kunnu síggjast her




