Tað var eftir, at táverandi landsstýrismaðurin í almannamálum hevði givið tilsøgn um íløgustuðul og játtan til rakstur, at Svínoyar Kommuna byrjaði málið um Sambýlið “Gamligarður”, upplýsir Steinbjørn O. Jacobsen, varaborgarstjóri.
Tað var eftir, at táverandi landsstýrismaðurin í almannamálum hevði givið tilsøgn um íløgustuðul og játtan til rakstur, at Svínoyar Kommuna byrjaði málið um Sambýlið “Gamligarður”, upplýsir Steinbjørn O. Jacobsen, varaborgarstjóri.
Í vikuni skrivaði fyrrverandi býráðslimur, Hans Arne Bertholdsen, eitt lesarabræv her í Norðlýsinum, har hann spyr eftir málinum um Sambýlið í Svínoy, “Gamligarður”.
Hans Arne spyr: *Nær kunnu vit vænta at røktarheimið verður tikið í nýtslu? *Hvussu nógv kemur røktarheimið at kosta, tá ið tað verður tikið í brúk? *Er peningur játtaður til rakstur av røktarheiminum?
Samanleggingin millum Svínoyar og Klaksvíkar kommunur kom í gildi 1. januar 2009, og hava vit vent okkum til Steinbjørn O. Jacobsen, sum í farnu viku hevur verið virkandi borgarstjóri, og sum var borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu, tá ið samanleggingin varð fyrireikað, fyri at spyrja, hvussu hetta málið hongur saman.
– Fyrst vil eg siga, at eg eri harmur um lagnuna, Gamligarður fekk. Hatta bleiv ikki tað, sum eg væntaði, tá ið vit í góðum samstarvi við landstýrið arbeiddu við eini loysn, sum eg trúgvi hevði verið ómetaliga góð fyri Svínoynna, og sum eisini hevði givið samfelagnum nakað aftur, sigur Steinbjørn.
Málið byrjaði saman við
landsstýrismanninum
– Eitt, sum er týðandi at hava við í huga, tá ið ein umrøður Gamlagarð, er, hvussu hetta málið byrjaði.
– Her hava fólk lyndi til at gloyma, at tað var við einari tilsøgn frá Føroya Landsstýri í hondini, at táverandi Svínoyar Kommuna byrjaði at fyrireika málið, útvegaði lendi, gróv út o.s.fr. Tilsøgnin frá landsstýrinum fevndi tá bæði um íløgustuðul og tilsøgn um rakstur.
– Tá ið so Svínoyar og Klaksvíkar kommunur nakað eftir hetta løgdu saman, gjørdist Gamligarður partur av samanleggingarmálinum, og tað er orsøkin til, at tann samanlagda Klaksvíkar Kommuna í seinasta valskeiði reisti og innilokaði bygningin.
– Higartil eru umleið 1,6 mió. krónur brúktar til sjálva byggingina, harav Svínoyar Kommuna frammanundan hevði uppspart nakað av peningi til ætlanina, umframt at svínoyingar eisini frammanundan høvdu útvegað lendið og grivið út.
Gráta um tað farna ella
finna loysnir frameftir?
– Hetta er eitt mál, sum fólk á meginøkinum dáma væl at siga sína hugsan um, og eg skilji væl, at fólk seta spurningar um eitt mál sum hetta, tí hetta er á útoyggj, har serligar umstøður eru galdandi, men samstundis er umráðandi eisini at hugsa frameftir ið tí fyri eyga at finna loysnir, sigur Steinbjørn O. Jacobsen.
– Sama hvussu forsøgan hevur verið, so er hetta málið nú komið hartil, at húsið stendur har innilokað, og bara liðugtgerðin er eftir.
– Tíðin er tí komin, at finna eina endaliga og hóskandi loysn á málinum, og har mugu sjálvandi somu partar, sum byrjaðu málið, eisini vera við og gera sín part til, at ein virðilig loysn fyri Gamlagarð verður funnin, fíggjað og framd.
– Møguleikarnir við hesum húsinum eru sjálvandi fleiri, men havast má eisini í huga, at tørvurin á eldraøkinum er stórur, og mong skríggja eftir umlætting. Tí hevði Gamligarður verið serliga væl egnaður til umlætting, har fólk aðrastaðni frá kundu komið út til Svínoyar til umlætting, og starvsfólkini kundu havt eina rullandi skipan.
Landsstýri og kommuna felags
ábyrgd av loysn fyri Gamlagarð
– Steinbjørn upplýsir fyri Norðlýsinum, at honum kunnugt samskifti undanfarna býráð við Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, um Gamlagarð.
– Eg havi skilt, at landsstýriskvinnan yvir fyri kommununi hevur sagt seg vilja kanna møguleikarnar fyri stuðli til liðugtgerðina – møguliga sum ein felags loysn tvørtur um fleiri aðalráð – og tað fegnist eg um.
– Eg havi onga neyva meting her hjá mær, men sum eg skilji, er talan um á leið 3 mió. kr., sum resta í, til at bygningurin verður gjørdur liðugur.




