Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Landsstýriskvinna minnir á, at foreldur eiga eisini at velja skúlastýri

Helgi Abrahamsen

“Nú kommunuval er í dag, fari eg inniliga at heita á øll foreldur, sum hava børn í fólkaskúlanum, um at minnast til eisini at velja limir í skúlastýrið.” Tað sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna, í eini fráboðan í morgun.

Hon minnir á, at skúlastýrini kunnu ávirka, hvussu skúladagurin verður skipaður, tey kunnu viðgera læring og trivnað, og vegleiða skúlaleiðslu og kommunu í skúlamálum.

“Brúka tín demokratiska rætt og vel eitt av mongu skilafólkunum, sum bjóða seg fram í skúlunum kring landið!”, sigur Rigmor Dam. Hon ynskir samstundis øllum eitt gott val.