Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Landsstýriskvinnan í innlendismálum á loynifundi við danska løgmálaráðharran í morgun

John William Joensen

Í dag er Annika Olsen, stødd í Keypmannahavn har hon skal á fund við danska innanríkisráðharran, Brian Mikkelsen, um yvirtøku av revsirættinum og sakføraravirksemi. Harafturat verða bygnaðarbroytingarnar, sum Fútin hevur sett í verk í Føroyum – uttan at spyrja føroyskar myndugleikar eftir – eisini tiknar upp á hægsta stigið

Fútin er liðugur við umfatandi bygnaðarbroytingar í føroysku løgregluni, sum ein bólkur av fimm leiðandi persónum í løgregluni í Føroyum hevur gjørt.

25. mai fer fútin at kunna løgtingslimir og sama dag er ætlanin at kalla fjølmiðlarnar inn til ein kunningarfund.

Føroyskir myndugleikar eru als ikki spurdir um ætlaðu broytingarnar og sambært nýggja bygnaðinum verður vaktarhald og leiðsla sentraliserað á politistøðini í Havn.

Hvørki umboð fyri politistar, sýslumenn, kommunur ella landsmyndugleikar hava verið partur av ætlaðu broytingunum og hetta stendur beinleiðis í andsøgn til danska politireformin sum so nógv hevur verið tosað um. Í Danmark hevur ein umfatandi hoyring verið har allir myndugleikar eru tiknir við!

Fundur á hægsta stigi
Í morgun er landsstýriskvinnan í Innlendismálum, Annika Olsen, farin til Danmarkar har hon seinri í dag skal hitta danska Justitsministaran, Brian Mikkelsen, at umrøða bygnaðarbroytingarnar, sum Fútin eftir ætlan setir í verk í Føroyum. 

Vit hava roynt at fingið fatur á landsstýriskvinnuni í morgun, men tað hevur ikki eydnast, men frá politiskari síðu verður sagt at landsstýriskvinnan fer mótvegis donsku myndugleikunum at gera greitt, at føroyingar ikki eru nøgdir við framferðarháttin hjá Fútanum. 

Frá Innlendismálaráðnum verður upplýst at tey ikki kunnu siga, hvar landsstýriskvinnan er stødd – men tey vátta tó at hon er uttanlanda.

Meira um hetta seinri.