Í svarið uppá fyrispurning frá Bjørn Kalsø, løgtingslimi, segði landsstýriskvinnan í Innlendismálum, Annika Olsen, at hon fór at kanna umstøðurnar kring hendingina í Klaksvík
Í morgun vóru ófráboðaðir fyrispurningar á skránni í løgtinginum. Bjørn Kalsø, løgtingslimur, nýtti høvi at spyrja Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í innlendismálum um nýggju vaktarskipanina hjá politiinum.
Løgtingslimurin nevndi hendingina náttina til týsdagin, tá eingin politistur var á vakt í Norðoyggjum, Eysturoynni og Vágunum.
Hann spurgdi um politiið ikki var ein týðandi partur av tilbúgvingini í Norðoyggjum og um tað var nøktandi at eingin politistur er á vakt í einum so stórum økið.
Landsstýriskvinnan kendi ikki til tilburðin í Klaksvík, men lovað at kannað umstøðurnar og gav løgtingsliminum rætt í at politiið er ein týðandi partur av tilbúgvingini.
Hon bað løgtingslimin seta fram ein skrivligan fyrispurning, men tá tíðarrfreistin er farin – verður hetta neyvan gjørt.
Málið um nýggju vaktarskipanina hjá politinum skal fyri í løgtinginum í komandi viku.




