Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Landsstýriskvinnan í mentamálum við til norðurlendskar heiðurslønir

Danial Viðoy

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, fer í dag saman við løgmanni og øðrum landsstýrisfólkum á ársfund Norðurlandaráðsins, sum í ár verður hildin í Hørpuni í Reykjavík.

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, fer í dag saman við løgmanni og øðrum landsstýrisfólkum á ársfund Norðurlandaráðsins, sum í ár verður hildin í Hørpuni í Reykjavík.

Tað skrivar Mentamálaráðið.

Umframt at taka lut í sjálvum ársfundinum skal landsstýriskvinnan m.a. á fund við norðurlendsku mentamálaráðharrarnar. Saman við mentamálaráðharrunum úr Grønlandi og Íslandi skal Rigmor Dam á fund í Útnorðurráðnum.

Á ferðini skal landsstýriskvinnan eisini hava fundir við aðrar ráðharrar eitt nú danska mentamálaráðharran, Bertel Haarder, og danska undirvísingarmálaráðharran, Ellen Trane Nørby.

Hósdagin fer landsstýriskvinnan á fund við íslendska mentamálaráðharran, Illuga Gunnarsson, og íslendska kringvarpsstjóran, Magnús Geir ºórðarsson.

Landsstýriskvinnan verður hjástødd, tá ið norðurlendsku heiðurslønirnar, har Føroyar eiga ikki færri enn fýra tilnevningar, verða handaðar í Hørpuni í annaðkvøld.

Rigmor Dam kemur aftur til Føroya fríggjadagin 30. oktober.