Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Landsstýriskvinnan setti spakan í fyri bygging av vardum bústøðum

Oliver Joensen

Klokkan 11 í morgun loysti Annika Olsen, landsstýriskvinna, fyrsta flagið í nýggja bústaðinum við Mylnutún 1 í Klaksvík.

Klokkan 11 í morgun loysti Annika Olsen, landsstýriskvinna, fyrsta flagið í nýggja bústaðinum við Mylnutún 1 í Klaksvík.

Stórur tørvur er á vardum bústøðum til fólk við skerdum førleika. Hetta hevur politiski myndugleikin ásannað, og tí hevur landstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen, gjørt av at steðga við at keypa vanlig sethús og umbyggja tey til sambýlir. Ístaðin verður farið undir at byggja nýggjar tíðarhóskandi bústaðir, ið sum frálíður skulu loysa av nøkur av verandi sambýlum. Komið er so mikið langt við tveimum av hesum verkætlanunum, at Landsverk sum byggiharri – saman við Almannamálaráðnum, ið er byggiárnari – nú hevur tikið stig til at seta fyrstu spakarnar í.
Kostnaðurin fyri byggingina við Mylnutún 1 er kr. 16,5 mió.kr og tað fara at verða pláss fyri millum 10 og 15 búfólkum á stovninum alt eftir hvussu góð tilboðini verða fyri at byggja stovnin.

Jógvan Skorheim, borgarstóri takkaði lands- og kommunalu myndugleikunum fyri at seta fokus á eitt tíðandi øki og gleddi seg til dagin tá stovurin letur upp og fyrstu búfólkini vantandi flyta inn á heysti komandi ár.

Síðani var opið hús á kommunuskrivstovuni har m.a. Karl Martin Klein frá Arkitektar 99 greiddi nærri frá byggingini. Hann nevndi m.a. at hvør íbúð hevur atgongd til grønt økið so íbúgvarnir hava møguleika fyri at hava urtagarð.