Landstýriskvinna fer í tinginum týsdagin, ímorgin, at vátta at tað eftir kl. 16 yrkadagar og í vikuskiftinum, verður politistøðin í Havn, sum skal halda vakt í Norðoyggjum, Eysturoynni og Vágunum.
Í morgin skal, Landsstýriskvinnan í Innlendismálum, Annika Olsen, svara skrivligum spurningi frá Høgna Hoydal um umleggingar av løgregluni í Føroyum.
Og í svarinum fer landsstýriskvinnan í innlendismálum – nú endiliga at vátta tað, sum Norðlýsið hevur skrivað um síðan einaferð í februarmánaða.
Í svarinum frá Anniku Olsen stendur m.a. at ….Fútin upplýsir, at allar 6 politistøðirnar verða varðveittar, so at borgarin á staðnum kann melda, lata inn funnar lutir, fáa pass og avgreiða onnur ørindi hjá løgregluni……..
Fútin upplýsir, at ….. at yvirskipaðir karmar eru settir um, at:
· allar politistøðir verða varðveittar
· fylkið verður býtt í 3 politiøkir (norðoya, miðøki og suðuroya)
· upprættan av felags tilbúgving
· felags vaktarmiðstøð, sum verður á politistøðini í Havn
· felags avgreiðsla í Havn, sum fyrr var á tveimum støðum í Havn
· leysgeving av politi- og løgfrøðingaarbeiðsorku frá fyrisitingarligum uppgávum
· upprættan av felags telefontænastu
· upprættan av politiadvokati /ákærumyndugleika, heruppí skrivstova
· felags tænasturáðlegging”
Sostatt er greitt at tað verður politistøðin í Havn sum fer at hava vakt við Vágunum, Eysturoynni og Norðoyggjum eftir kl. 16 og alt vikuskifti.
Politistøðin í Klaksvík fer tó at hava opið yrkadagar til kl. 16 so norðoyingar kunnu melda hvønn annan, lata inn funnar lutir, fáa pass o.a.t………
Les meira seinri




