Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Landsstýrismaður svara spurningi um smærru sjúkrahúsini

John William Joensen

Munnligur fyrispurningur til Hans Paula Strøm, landsstýrisman frá Bjørn Kalsø, løgtingslimi:



1. Tekur landsstýrismaðurin undir við uppskotinum frá yvirlækna á Suðuroyar Sjúkrahúsi, um at fremja fleiri skurðviðgerðir á smærru sjúkrahúsunum, fyri at stytta um bíðitíðirnar?

2. Fer landsstýrismaðurin at gera nakað fyri at smærru sjúkrahúsini í framtíðini kunnu gera fleiri skurðviðgerðir enn higartil?

Viðmerkingar: Í samgonguskjalinum stendur at: “Sjúklingar skulu hava betri tænastu, sjúklingaumboð setast, viðgerðar-ætlanir gerast fyri høvuðssjúkuøkini, og bíðitíðirnar styttast stigvíst móti tveimum mánaðum”.

Um dagarnar hoyrdist í Útvarpinum, at skurð- og yvirlækni á Suðuroyar Sjúkrahúsi mælti til, at fleiri skurviðgerðir í framtíðini verða framdar á sjúkrahúsinum á Tvøroyri.

Sambært sama lækna hevði tað stytt munandi um bíðitíðirnar hjá sjúklingum, ið skulu leggjast undir skurð, um fleiri skurviðgerðir høvdu verið framdar á smærru sjúkrahúsunum. Landssjúkrahúsið hevði tá eisini havt betri møguleikar og umstøður at tikið sær av serligum skurðviðgerðum innan sergreinar, sum ikki eru møguligar at fremja á smærru sjúkrahúsunum. Tí hesir spurningar til landsstýrismannin:

Harleywoodpaint