Hósdagin í síðstu viku var landsstýrismaðurin í heilsu- og familjumálum, Bill Justinussen, á vitjan í Klaksvík, har borgarstjórin nýtti høvið at bjóða honum innar í býráðshúsið at tosa um kommunulæknastøðuna í Norðoyggjum.
Høvuðsørindi landsstýrismansins í Klaksvík hendan dagin vóru at vitja á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sum er ein av stóru stovnunum, ið hann varðar av sum landsstýrismaður.
Við sær til Klaksvíkar hevði landsstýrismaðurin nøkur av sínum embætisfólkum, herundir Aibritt á Plógv aðalstjóra.
Kunnaðu um nýggju
læknamiðstøðina.
Komin í land, løgdu landsstýrisfólkini beina leið niðan í býráðshúsið, har Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóri tók ímóti.
Síðani var fundur um støðuna á kommunulæknaøkinum í Norðoyggjum, og hvat verður gjørt og kann gerast fyri at bøta um.
Millum annað fekk landsstýrismaðurin eina frágreiðing um nýggju læknamiðstøðina, sum kommunan í næstum byrjar at byggja í miðbýnum.
Eina forvakt
fyri alt landið.
Sum skilst, so eru kommunulæknaviðurskiftini kring landið eitt av málunum, sum heilsumálaráðið í løtuni arbeiðir við.
Her er ein av trupulleikunum kring landið, at læknarnir eru fáir í hvørjum læknadømi. Hetta ger, at teir alt ov ofta eru bundnir av at halda náttarvakt, samstundis sum teir skulu til arbeiðis hvønn dag.
Í eini roynd at bøta um hetta arbeiðir Heilsumálaráðið millum annað við møguleikanum at skipa eina landsumfevnandi kommunulækna-náttarvakt, sum skal liggja inni í landsjúkrahúsinum.




