Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Landsstýrismaðurin fegnast um at Leirvíkar- og Gøtu Kommuna leggja saman

John William Joensen

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í Innlendismálum, sær Norðoyggar og Eysturoy sum tvær stórar kommunur í framtíðini.

– Eg haldið tað er sera positivt at Leirvíkar Kommuna og Gøtu Kommuna fara at leggja saman í eina eind..
Hetta forðar jú ikki fyri at Fuglafjørður eisini leggur saman við Gøtu og Leirvík og at vit at enda fáa Eysturoynna til at vera ein kommuna.
– Kommunuálitið vísir á sjey stórar eindir og eg haldið, at vit eiga at fylgja væl við tí, sum hendir, og royna at birta uppundir samstarv millum kommunurnar.
– Norðoyatunnilin er eisini ein spennandi partur av hesum, og eg fari at fylgja væl við hvussu samstarvið tvørtur um Leirvíksfjørð fer at menna seg í komandi tíðina.

Fer at góðkenna samanleggingina
Landsstýrismaðurin í Innlendismálum, sigur at samanleggingin millum Gøtu og Leirvík er sera positiv.
– Eg dugi sum sagt ongar trupuleikar at síggja í hasum og fari at góðkenna samanleggingina, tá hon kemur á borðið hjá mær úti í Landsstýrinum.

Fer ikki at góðkenna tilvildarligar samanleggingar.
Landsstýrismaðurin sigur at hann sær nógvar møguleikar í stóru kommununum og tí er umráðandi at hesar eisini hanga saman landafrøðiliga.
– Vit mugu ansað eftir ikki at endurtaka tað, sum hendi tá nakrar kommunur í norðoyggjum fóru tvørur um náttúrlig kommunu mørk og undirskrivaðu samstarv við eina kommunu, sum landafrøðiliga ikki var náttúrligur samstarvspartnari.
– Men at Leirvíkar- og Gøtu Kommuna  leggja saman dugi eg bert at síggja fyrimunir við, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í Innlendismálum.