Norðlýsið hevur fingið innlit í lógaruppskot, sum landsstýrismaðurin ætlar at leggja fyri Løgtingið áðrenn løgtingið ásetir talið á fiskidøgum fyri fiskiárið 2016/2017. Hóast Havstovan mælir til at skerja allar óbrúktar fiskidagar, ætlar landsstýrið at varðveita nakrar óbrúktar dagar í skipanini, soleiðis at bátar og skip, sum koma í neyð og hava tørv á fleiri døgum, kunnu fáa hendur á fleiri døgum.
Norðlýsið hevur fingið innlit í lógaruppskot, sum landsstýrismaðurin ætlar at leggja fyri Løgtingið áðrenn løgtingið ásetir talið á fiskidøgum fyri fiskiárið 2016/2017. Hóast Havstovan mælir til at skerja allar óbrúktar fiskidagar, ætlar landsstýrið at varðveita nakrar óbrúktar dagar í skipanini, soleiðis at bátar og skip, sum koma í neyð og hava tørv á fleiri døgum, kunnu fáa hendur á fleiri døgum.
Sostatt ger landsstýrismaðurin sítt egna uppskot um fiskidagar og hóast hann síðani kann hava ætlanir um at fylgja Havstovuni í kunngerðini hevur hann við hesum lógaruppskotinum lagt ein ventil inn í lógina, so avleiðingarnar ikki verða tær, sum Havstovan ætlaði.
Ein katastrofa fyri vinnuna.
Hesin sokallaði ventilurin, sum Høgni Hoydal ætlar at leggja inn í lógina um vinnuligan fiskiskap, fer tó ikki at hjálpa uppá støðuna í vinnuni, um landsstýrismaðurin fer at mæla til somu skerjingar, sum Havstovan.
Lógaruppskotið sum landsstýrið arbeiðir við er ikki fullfíggja enn og har verulig tøl eiga at standa eru einans prikkar – sum vísir at Landstýrismaðurin ikki enn veit hvat hann skal gera.
Lógaruppskotið frá Høgna Hoydal minnir nógv um støðuna eftir fólkaatkvøðuna 1946. Tá skuldi Thorstein Petersen, gera uppskot til fíggjarlóg fyri frælsu Føroyar. Men í flestu støðum har tøl skuldu standa –stóðu bara(….)
Men spæla vit við lógaruppskotið og hjálpa landsstýrismanninum at seta tøl in í lógina, so er “worst case”, helst henda:
Lóggivnir fiskidagar sbr. tilmælið frá Havstovuni:
B2 5985 dg, B3 617 dg. B4A 127 dg, B4B 283 dg, 4T 358dg B5 2503 dg =9873dg.
Verða so sbr stk 11, hesir dagar tøkir (25%)
B3 154dg, 4A 32 dg, 4B 71 dg, 4T 90dg, B5 626dg.
2 dømi:
Bátur í bólki 4A pr13/7 brúkt 86 dg (eigur 163 dg), 14/15 brúkt 93dg, 13/14 101dg, 12/13 94dg.
Uppskotið 16/17 127 dg. So fær báturin útlutað 20 dg. Siga vit hann nýtir 95 dg 15/16, av 350dg, so fær hann 9dg afturat. T.v.s. 29 dg 16/17.
Bátur í bólki 4B.pr. 13/7 brúkt 133,5 dg. (eigur 206 dg). 14/15 154 dg, 13/14 158dg, 12/13 150dg .
16/17 verða 283dg lóggivnir, harav fær hann 38dg. Brúkar møguliga15/16 150 dg.av400dg. So fær hann 26dg afturat – tilsamans 64 dg.
Samanumtikið er niðurstøðan tann at Landsstýrismaðurin sjálvur er farin at uppfinna eina skipan fyri vinnuna og trilvar seg fram í blindum.
Maðurin, sum skuldi fylgja føroysku serfrøðini situr nú sjálvur og skrivar uppskot til løgtingið, sum skulu varðveita hansara politiska trúvirði í Suðurstreymi – geva pørtum av vinnuni møguleika at ana samstundis sum hann letst at fylgja lívfrøðiligu ráðgevingini.




