Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Landsstýrismaðurin smíðar lógaruppskot um nýggjan fiskivinnupolitikk uttan um andstøðuna

John William Joensen

Landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, hevur verið á kunnandi fundi við tingmanningarnar og flokksleiðslurnar í andstøðuflokkunum, men enn hava ongar realitetssamráðingar verið.

Landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, hevur verið á kunnandi fundi við tingmanningarnar og flokksleiðslurnar í andstøðuflokkunum, men enn hava ongar realitetssamráðingar verið.

Á fundunum vóru eisini embætisfólk í fiskimálaráðnum og sum skilst er landsstýrismaðurin nú sjálvur farin í holt við at smíðja eina nýggja fiskivinnulóggávu.

Vælvitandi keldur í fiskimálaráðnum siga fyri Norðlýsinum at í uppskotinum, sum arbeitt verður við verður alt fiskatilfeingið selt yvir eina uppboðsølu, yvir eitt ávíst tíðarskeið. Tey fyrstu árini fáa verandi aktørar í vinnuni fyrimunir, men sum frálíður verða hesir fyrimunir burtur.

Full semja er ikki í samgonguni um hetta, men sum skilst er Tjóðveldi samt innanhýsis og tí skal landsstýrismaðurin hava lagt eina politiska strategi, sum skal bera ella bresta.

Um undirtøka ikki verður fyri lógar uppskotinum, skilst at formaðurin í Tjóðveldi er til reiðar at fara til val uppá eina uppboðssølu av veiðuloyvum, sum er vorið eitt hjartamál hjá Tjóðveldi.