Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Landsstýrismenn skulu svara spurningum kl. 11

John William Joensen

Í morgun eru ófráboðaðir fyrispurningar og tveir skrivligir fyrispurningar á skránni tá løgtingið møtist til fundar kl. 11.

Í morgun eru ófráboðaðir fyrispurningar og tveir skrivligir fyrispurningar á skránni tá løgtingið møtist til fundar kl. 11.

Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-11/2013 og nr. S-12/2013

2. Ófráboðaðir fyrispurningar

3. Skrivligur fyrispurningur: nr. 3/2013: Svar upp á skrivligan fyrispurning til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu frá Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu, viðvíkjandi kunngerð um røktarheim og eldrasambýli

4. Skrivligur fyrispurningur: nr. 4/2013: Svar upp á skrivligan fyrispurning til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, frá Gunvør Balle, løgtingskvinnu, viðvíkjandi Marknagilsdeplinum

5. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 28/2013: Uppskot til samtyktar viðvíkjandi rættindum at arbeiða fulla tíð
Málið verður beint í Vinnunevndina

6. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 29/2013: Uppskot til samtyktar um at eftirmeta og endurskoða yrkisútbúgvingar