Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Landstýrið kundi havt handla ørvísi í sildamálinum

John William Joensen

Formaðurin í Tjóðveldi, Høgni Hoydal, sigur at so vítt hann hann veit stuðla allir flokkar landsstýrinum í stríðnum móti ES at vinna føroyskum sjálvsøgd rættindi av makrel og sildabítinum, men hann heldur samstundis at landsstýrið kundi borið seg ørvísi at í samband við sildina.

Tá uttanlandsnevndin hjá løgtinginum viðgjørdi ætlanir hjá Landsstýrinum at áseta Føroyum størri sildakvotu mælti Tjóðveldi landsstýrinum til at samstarva við hini strandalondini uttan um ES.

Sannleikin er tann at ES átti ognantíð at fingið part av strandalandaavtaluni um sildafiskiskap. Men í 1996 bakkaði tá verandi Løgmaður fyri trýsti úr Danmark og endin var at ES fekk ein størri part av silda býtinum enn Føroyar fingu hóast sildin ikki ferðast í ES sjógvi.Tá hótti ES eisini við handilsblokadu og øðrum. Tí hava hini strandalondini eisini verið misnøgd við at ES fekk rættindi at fiska norðhavssild og tí mæltu vit landsstýrinum at samstarva fyrst við hini strandalondini um eitt felagskrav móti ES. Men hesum valdi landsstýrið ikki at lurta eftir og úrsltið er at Føroyar nú standa einsamallar móti ES.

Alt talar fyri at ES ferð at seta tiltøk í verk og tí er sera umráðandi at Føroyingar nú standa saman soleiðis at vit ikki lata ES við ólógligum tiltøkum sleppur at trýsta føroyingar til at sleppa rættindum sum av røttum eru okkara.